Skiftið: Hjálp!

Skiftið: Hjálp!
'Skiftið' er poddrøð um skiftisárini – eitt evni, sum ikki verður tosað so nógv um alment, men sum allar kvinnur so ella so skulu ígjøgnum. Fjórði partur er í útvarpinum í dag
 
04.11.2025 - 10:00

Skiftið er poddrøð í 9 pørtum um skiftisárini hjá kvinnum. Tíðin, sum kann vera buldraslig og kaotisk hjá nógvum kvinnum. Vit tosa við serfrøðingar, og føroyskar kvinnur siga frá sínum hugsanum og upplivingum við skiftisárum.

Fjórði partur er í útvarpinum í dag klokkan 17.05 og eitur 'Hjálp'. Tú finnur allar partarnar í røðini her. 

 

Tabu gera framvegis sítt til, at nógvar ganga einsamallar við ampunum

Tað er ein sannroynd, at alt ov nógvar kvinnur ikki leita sær hjálp fyri teir ampar, sum kunnu standast av skiftisárum. Annaðhvørt tí tær ikki vita av, at har er hjálp at heinta, ella tí at tær halda, at soleiðis er tað bara, tá tú kemur í hendan aldurin.

Ein, sum hevur hjálpt kvinnum í nógv ár eftirhondini, er Katy við Skipá, sum í sínum starvi sum farmakonomur á apotekinum hevur staðið aftan fyri skivuna og vegleitt:

Tað er framvegis eitt tabu at tosa um skiftisárini, tí meðan summar tora at spyrja um hjálp, so vilja aðrar tryggja sær, at onnur fólk ikki eru í nánd, tá tær skulu tosa um tað, sum bilar.

 

Liða- og vøddapína, hitatúrar, svøvnloysi, trupulleikar við undirlívi og húð eru millum trupulleikarnar, sum kvinnur kunnu fáa í skiftisárum, og góð ráð eru at heinta á apotekinum fyri tað mesta av hesum:

 

Har eru fleiri kvinnur, sum koma at leita sær hjálp, tí vit tosa meira opið um tað nú, og tað er gott, tí kvinnur hava tað absolutt ikki gott, tá tær koma í skiftisárini og í tíðini aftaná.

 

Tó so, leggur hon afturat, so eru kvinnur ikki nóg væl upplýstar enn, og tað royna tey at gera nakað við á apotekinum, tí tey hava júst framleitt ein faldara við teimum vørum, sum tey hava, ið kunnu hjálpa.

Hetta, at tú kanst fara á apotekið og leita tær hjálp fyri ampa av skiftisárum, er ikki nakað, sum panelið hesa ferð hevur hugsað stórvegis um. Gunnvá Zachariasen, Sigrun Danielsen og Elin Heðinsdóttir Joensen halda avgjørt, at kunning er eitt, sum manglar, tá tað snýr seg um ta hjálp, sum er at fáa.


Hvat: Skiftið
Hvar: 
Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týsdagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097