Fakfeløg: Lítið skil í at umskipa aðalráðini nú

Fakfeløg: Lítið skil í at umskipa aðalráðini nú
Búskapar- og løgfrøðingafelagið og Akademikarafelagið eru ónøgd við broytingina, sum løgmaður hevur sett í verk
Búskapar- og løgfrøðingafelagið og Akademikarafelagið finnast hvassliga at avgerðini um at skipa landsstýrið av nýggjum so stutt fyri val.
 
07.11.2025 - 07:55

- Ilt er at síggja skilvísið í einari avgerð um at skipa føroysku stjórnina av nýggjum, nú bert fáir mánaðir eru eftir, til nýval skal útskrivast. Tey aðalráðini, sum vórðu stovnað eftir seinasta løgtingsval, brúktu langa tíð at skipa seg, og nú skulu øll skipa seg av nýggjum. Eftir løgtingsvalið skulu ráðini mest sannlíkt aftur skipa seg, tí hetta nýggja málsøkjabýtið ikki hóskar seg til valdsbýtið millum flokkarnar í einari komandi stjórn.

Tað siga Búskapar- og løgfrøðingafelagið og Akademikarafelagið í almennari fráboðan.

Feløgini eru eisini ónøgd við, hvussu løgmaður hevur framt broytingina.

 

Samsvara ikki við sáttmálarnar

- Vit vilja sum fakfeløg gera vart við, at vit ikki meta, at slíkar bygnaðarbroytingar samsvara við sáttmálarnar við landsstýrið um samstarvsráð og innlit. Vit mæla til, at munagóð stig vera tikin fyri at rætta gongdina beinanvegin, siga feløgini.

Tey vísa á, at sáttmálarnir hjá feløgunum siga, at stórar avgerðir bara kunnu takast, eftir at innlit er givið í øll viðurskifti um avgerðirnar. 

Eisini er føst mannagongd í fyrisiting, at týðandi avgerðir ikki vera tiknar, uttan at avvarðandi partar verða hoyrdir.

 

Ørkymlandi fyri rættartrygdina

Um sama tilgongd verður í framtíðini, har eingi fyrilit vera tikin fyri sáttmálafestum mannagongdum, og har fakfeløgini hvørki vera spurd ella kunnað, fyrr enn alt er leyst og liðugt, er hetta sera ørkymlandi fyri rættartrygdina hjá okkara starvsfólkum, siga Búskapar- og løgfrøðingafelagið og Akademikarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306