Broytingar við innovatión og samskapan

Broytingar við innovatión og samskapan
Sum granskari havi eg skyldu at vísa á, at gransking vísir, at tað er skilabest at halda seg til amboðini, sum komu við New Public Governance, sigur Jóna Ólavsdóttir
Jóna Ólavsdóttir, granskari og ph.d.-lesandi við lærda háskúlan í Aarhus
 
09.11.2025 - 15:04

Tað er týdningarmikið at hava søguna við, tá mann fer í gongd við at gera broytingar í almennu fyrisitingini, sum vit nú eru farin í holt við, so vit ikki endurtaka tey somu mistøkini, sum mann hevur gjørt aðrastaðni og lært av.  

Tað sigur Jóna Ólavsdóttir, granskari og ph.d.-lesandi við lærda háskúlan í Aarhus Universitet, sum hevur skrivað eina tíðargrein um tað at broyta bygnaðin í almenna geiranum.

Hon heldur tað vera skilagott, at vit hava fingið eina nýskipanarnevnd, sum skal arbeiða við, hvussu vit skulu skipa almenna geiran, og tíðargreinin snýr seg ikki um hvat mann ætlar at gera, men hvussu mann ætlar at gera tað.

Sambært Jónu Ólavsdóttir snýr tað seg um at vit royna at forða fyri, at vit endurtaka mistøkini, onnur lond hava gjørt.

Og vera bygnaðarbroytingar gjørdar á rættan hátt, so eru nógvir fyrimunir, millum annað við samskapan.

Øll tíðargreinin kann lesast á hesum leinkinum.

Trýst á leinki niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum varð í tíðindasendingini klokkan 14.

1775285


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392