Við Tórði á túri rundar 365 sendingar – “ein sannur merkisdagur” 

Um KVFTíðindi
Við Tórði á túri rundar 365 sendingar – “ein sannur merkisdagur” 
Tað er ikki á hvørjum degi, at ein sending kemur upp á 365 partar. Í dag er stórur merkisdagur hjá sendingini, tí nú er ein partur at hoyra fyri hvønn dag í árinum
Ein stórur merkisdagur hjá Tórði
Mynd: Kristina Sundstein Borgarlíð  
 
10-11-2025

Árið hevur roynst framúr væl í seyðahaldinum í Tjørnuvík

Við Tórði á túri hesa ferð vitjar Tórður í Tjørnuvík, har seyðahaldið hevur verið óvanliga gott í ár. Tað hevur gingið so væl, at menn í bygdini knapt minnast líknandi ár. Í Sjeyndum eru lomb, ið ongantíð hava fingið nakað afturat, farin upp um 50 pund, og fleiri hava ligið ovarlaga í 40-unum. Hetta er í sjálvum sær eitt tekin um røkt, skynsemi og kanska eitt sindur av hepni, siga røktingarmenninir. 

Steinbjørn Magnussen, røktingarmaður í Sjeyndum, greiðir frá úrslitinum saman við Dávuri Emil Hansen, røktingarmanni í hagapartinum Ytsta Triðingi. 

Í sendingini hoyra vit eisini røddirnar hjá eldru ættarliðunum. Vit fáa orðið á 95 ára gomlu Thoru Magnussen, og ein annan tjørnuvíking, Birgir Davidsen, sum eigur hálva mørk í haganum. 

(Mynd: Tórður Mikkelsen) Dávur Emil Hansen, røktingarmaður í Ytsta Triðingi.

 (Mynd: Tórður Mikkelsen) Steinbjørn Magnussen, røktingarmaður í Sjeyndum.

Nógvir góðir túrar farnir aftur um bak 

Tórður Mikkelsen hevur verið vertur fyri sendingini Við Tórði á túri í góð seks ár. Hann hevur vitjað bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpað ljós á gerandisdagin hjá fólki. 

Fyrsta sendingin var í Funningsfirði í september 2013, og Tórður hevur lovað, at enn fleiri túrar skulu nokk koma. 

Á KVF Ljóð ber til at hoyra allar túrarnar hjá Tórði, og í dag kl. 17.05 er partur nummar 365 at hoyra í útvarpinum. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815

Um kvf css