Brekumboðið skal hava fulltrúa

Brekumboðið skal hava fulltrúa
Fulltrúin skal vera við til at menna stovnin, gera kanningar, frágreiðingar og hoyringarskriv
Eilif Magnusson Arge var í september settur í starvið sum fyrsta brekumboð í Føroyum. Nú verður søkt eftir fulltrúa.
 
13.11.2025 - 10:33

Brekumboðið søkir nú eftir fulltrúa.

Fulltrúin skal vera við til at menna stovnin Brekumboðið. 

Men fulltrúin skal eisini gera nógv annað, millum annað gera kanningar og frágreiðingar, gera hoyringarskriv, skriva til heimasíðuna og hava eftirlit við, at føroysk lóggáva og almenn tilboð virða og fremja rættindi hjá fólki, sum bera brek.

Krøvini til umsøkjarar eru útbúgving á kandidatstigi, eitt nú løgfrøði, stjórnmálafrøði ella samfelagsfrøði.

Starvið er 30 tímar um vikuna.

Starvið verður sett 1. januar.

Umsóknarfreistin er 26. november.

Eilif Magnusson Arge var í september settur í starvið sum fyrsta brekumboð í Føroyum.

Brekumboðið er staðsett í Klaksvík. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655