Hjálparvenjarin væntar javnan dyst

Hjálparvenjarin væntar javnan dyst
Tríggjar broytingar eru á føroyska liðnum, sum fer á vøllin á Rijeka Stadion klokkan 19.45
Atli Gregersen, hjálparvenjari, á Rijeka Stadion.
Mynd: Fótbóltssambandið  
 
14.11.2025 - 14:16

Føroyska A-landsliðið møtir í kvøld einum av bestu liðum í heiminum, - Kroatia er nummar-11 á nýggjasta styrkislistanum hjá altjóða fótbóltsssamgonguni FIFA.

Tríggjar broytingar eru á føroyska liðnum, sum fer á vøllin á Rijeka Stadion klokkan 19.45.

Kroatiska liðið er ósigrað í bólki-L við 16 stigum fyri seks dystir, og hevur longu spælt seg til HM. Við 12 stigum fyri sjey dystir á 3. plássi hava Føroyar enn ein teoretiskan møguleika at spæla seg til HM-endaspælið.

Føroyski hjálparvenjarin væntar ein javnan dyst móti sterka, kroatiska liðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

14112025_Kroatia_Foroyar

 

Dysturin millum Kroatia og Føroyar byrjar klokkan 19:45, og hann verður vístur í sjónvarpinum.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026