- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lea Kampmann fingið Virðisløn til ungt listafólk 2025

Á hátíðarhaldi í Kolshøll á Eiði í kvøld handar Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, virðislønir landsins til menta- og listafólk.
Tónlistakvinnan Lea Kampmann hevur júst fingið handa Virðisløn til ungt listafólk 2025.
Við virðislønini fylgja eisini 50.000 krónur.
Grundgevingin
Í grundgevingini fyri at lata Leu Kampmann virðislønina til ungt listafólk stendur:
»Við sínum eyðkenda tónleiki hugtekur Lea Kampmann áhoyraran, bæði her heima og uttanlands.
Ljóðførini eru ein kensluborin rødd, mettaðar gittarstrofur og stundum ein fiólstrongur. Ofta í moll. Einfalt og samansett. Lea Kampmann megnar at gera tær stóru kenslurnar einfaldar, so tær geva afturljóð hjá áhoyrarunum.
Lea Kampmann varð útbúgvin á Rytmisk Konservatorium í Keypmannahavn í 2024, men longu frá ungum árum hevur hon verið virkin á tónleikapallinum. Fyrsta útgáva hennara, Common Blue, kom út í 2017.
Á seinastu útgávuni, Seinferð, frá 2024 ger Lea Kampmann upp við tað skundmikla í tíðini. Lea Kampmann fær okkum at steðga á - og kanska at seta ferðina niður.
Fyri sínar eyðsýndu gávur og dirvi at skapa tónleik fær Lea Kampmann Virðisløn til ungt listafólk 2025.«
Kvøða til Leu
Heimskendi føroyski tónlistamaðurin Teitur Lassen, ið sjálvur fekk Mentanarvirðisløn landsins 2025, bar fram eina kvøðu til Leu Kampmanna.
Tey bæði samstarvaðu um útgávuna "Seinferð" hjá Leu Kampmann, har Teitur stóð fyri framleiðsluni, men eisini hevur hjálpt við at skriva onkrar av sangunum.
Teitur rósti Leu fyri, at hon torir at vera sárbær í sínum tónleik, og at tað er ein styrki og ikki ein veikleiki.
Tónleikafilmurin "Seinferð"
Í sambandi við útgávuni av "Seinferð" bleiv ein tónleikafilmur gjørdur um plátuna, "Seinferð: The Music Film".
Í filminum framførir Lea seks av sangunum á plátuni seks ymisk støð í Føroyum, ið hava ein serligan týdning fyri hana og hennara sangir.
Lea Kampmann var eisini gestur í sendingini LEITISSTEIN 10. september 2024 í sambandi við útgávuna av "Seinferð".
Í sendingini bleiv prátað um plátuna, ið bleiv spæld úr enda í enda.
Allar útgávurnar hjá Leu Kampamann kunnu hoyrast á Spotify og øðrum stroymingtænastum:




























