Eva Døgg var kvirr sum barn

Eva Døgg var kvirr sum barn
Sum barn var Eva Døgg Bragardóttir úr Hvalba øgiliga still og smæði - kvirr. Men nú er hon alt annað, tí hon hevur júst givið sína fyrst EP út undir navninum Kvirr
Handan pallnavnið Kvirr stendur 30 ára gamal Eva Døgg Bragardóttir úr Hvalba
Mynd: Privat mynd á Facebook  
 
24.11.2025 - 15:24

"Tað er kanska ikki so undarligt, at tú ikki kennir meg, tí eg havi ikki givið nakað út fyrr enn nú," staðfestir 30 ára gamal Eva Døgg Bragardóttir úr Hvalba læandi. 

Eva Døgg hevur júst útgivið sína fyrstu EP undir pallnavninum Kvirr, og fríggjadagin var hon gestur hjá Leitisstein

"Tónleikur og sangur hevur altíð verið tað, ið hevur hugtikið meg allarmest. Eg luttók í Nósa Barna Prix fyrstu ferð, tá eg var sjey, og eg var við tríggjar ferðir. Eg vildi bara syngja, og foreldrini hava altíð stuðlað mær. Men við árunum lærdi eg eisini, at tað skal meira til, enn bara at duga at syngja, so eg noyddist at læra meg at spæla ljóðførir eisini." 

 

Smæðin sum barn

Eva Døgg Bragardóttir er búsitandi í Odensen í Danmark, hagar hon flutti sum 16 ára gomul. 

Hon heldur sjálv, at Kvirr er eitt hóskandi pallnavn fyri seg. 

"Eg havi altíð verið øgiliga still, og sum barn var eg sera smæði. Tú fekst næstan ikki eitt orð burtur úr mær inntil eg var átta ella tíggju ára gomul. "

 

Ein byrjan

Nýggja EPin hjá Kvirr skal síggjast sum ein byrjan, sigur Eva Døgg. 

"Eg havi lagt alla perfektionisma til viks, fyri at fáa EPina út. Ofta havi eg latið smálutir steðgað mær, og eg havi havt torført við at lova øðrum framat at arbeiða við mínum sangum. Men alt tað havi eg lagt frá mær, fyri at fáa tónleikin út, áðrenn eg bleiv 30 ár."

Eva Døgg hevur arbeitt tætt saman við framleiðaranum Timur Allistone, og tónlistarliga er talan alternativan, dreymakendan popp, heldur hon.

"Mær hevur altíð dámt eitt gott lag, so tað er ofta tað, ið tað byrjar við."

Endurhoyr sendingina Leitisstein, har Kvirr var gestur, í útvarpinum týskvøldið klokkan 21, ella tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, og so verður sendingin endursend týskvøld kl. 21. Men annars tá tað passar tær á KVF Ljóð
Gestur næstuferð: maður:glotti

1777798

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107