Fakfeløg spyrja aftur um stytta arbeiðsviku

Fakfeløg spyrja aftur um stytta arbeiðsviku
Málið er avtalað í samgonguskjalinum, og Fakfelagssamstarvið ótolnast, nú tíðin hjá sitandi samgongu fer at halla
Feløgini í Fakfelagssamstarvinum ótolnast eftir ætlanini hjá landsstýrinum at stytta arbeiðsvikuna.
 
24.11.2025 - 13:07

Fakfelagssamstarvið spyr aftur, nær arbeiðsvikan verður stytt.

Stytt arbeiðsvika er avtalað í samgonguskjalinum, og fakfeløgini ótolnast, nú tíðin hjá sitandi samgongu fer at halla. 

Arni Petersen er formaður í Akademikarafelagnum, sum er eitt av fakfeløgunum í Fakfelagssamstarvinum. Hann sigur, at stytt arbeiðsvika er ikki partur av lønarsamráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, tí hon skal ásetast við lóg. 

 

Arni Petersen. 

 

Arbeiðsvikan er fyrr stytt við lóg.

Í 1964 varð arbeiðsvikan stytt í trimum stigum, úr 48 tímum niður í 44. Í 1970 varð hon stytt niður í 42,5 tímar í einum.

Og í 1978 varð nýggj lóg gjørd, har arbeiðsvikan varð stytt niður í 40 tímar í fýra stigum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

24112025_Stytt_abeidsvika

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040