Fyritíðarpensjónistar ein viðbrekin samfelagsbólkur

Fyritíðarpensjónistar ein viðbrekin samfelagsbólkur
Frágreiðing er gjørd um lívskorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum
Gestur Hovgaard, professari, sum saman við Olgu Biskupstø, hevur gjørt frágreiðingina um lívskorini hjá fyritíðarpensjónistum.
 
25.11.2025 - 18:00

Hóast fíggjarligu korini hjá fyritíðarpensjónistum eru batnað seinastu árini, eru fyritíðarpensjónistar framvegis ein viðbrekin samfelagsbólkur við einari inntøku, sum er nógv minni enn ein miðal arbeiðaraløn.

Tað er ein av niðurstøðunum í nýggjari frágreiðing um lívskorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum.

Gestur Hovgaard, professari, hevur saman við Olgu Biskupstø, verkætlanarleiðara, gjørt frágreiðingina.

 

Olga Biskupstø. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

20 fyritíðarpensjónistar vóru við í kanningini.

Fyritíðarpensjónistar eru ein láglønarbólkur við inntøku, sum er væl minni enn vanlig arbeiðaraløn.

Serliga útsettir eru stakir fyritíðarpensjónistar, sum ikki hava útbúgving. Summi teirra hava m.a. ilt við at gjalda lán og húsaleigu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25112025_Gestur

 

Á altjóða brekrættindadegnum 3. desember verður frágreiðingin alment løgd fram klokkan 15 í Smæruni í Havn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751