HM-Trok #1: Pernille klár at berjast við Brnovic

bannari
HM-Trok #1: Pernille klár at berjast við Brnovic
Sjúrður Hildarson Hoydal er aftur við sínum poddum. Hesa ferð er tað ikki EM, men HM, og Pernille Brandenborg, Marianna Eystberg, Ingi Olsen og Rannvá Olsen troka seg fram at
 
25.11.2025 - 16:28

Í morgin byrjar søguligt HM-endaspæl. Føroysku hondbóltskvinnurnar leggja til brots við dysti ímóti Montenegro, sum í nógv ár hava talst millum tíggju tey bestu í heiminum.

Fyri bara seks vikum síðan, spældu somu lið ein spennandi EM-undankappingardyst, sum Montenegro vann eftir javnleiki í steðginum.

 

251125_HM_TROK_1

 

Føroyski liðskiparin Pernille Brandenborg er enn einaferð til reiðar at berjast ímóti krútsterku Tatjanu Brnovic á strikuni, meðan Marianna Eystberg skal royna seg í einum endaspæli fyri fyrstu ferð.

Ingi Olsen er eisini á kringvarpsliðnum hesa ferð, og hann verður ivaleyst nokkso fastur gestur í HM-trokinum. Hann sigur sína hugsan, og tað ger dótturin, Rannvá Olsen eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858