Tú ert lekkur, kunnu vit síggjast?

Tú ert lekkur, kunnu vit síggjast?
Hesi boðini fekk ein 8 ára gomul genta, tá hon spældi vælumtókta spælið Roblox á netinum.
 
26.11.2025 - 11:24

Roblox er ein online spælipallur, har til ber at skapa títt egna spæl ella spæla spøl sum onnur, børn ella vaksin, hava funnið uppá. Harumframt kanst tú eisini tjatta við tey, tú spælir við, og tað er ógjørligt at siga, um tað eru børn ella vaksin tú samskiftir við, sigur Súsanna í Króki, SSP ráðgevi.

Tað kemur meira enn so fyri, at børn hon hittir í skúlunum hon vitjar, greiða frá, at vaksin royna at koma í samband við tey á Roblox spælipallinum, og royna at lokka tey inn á aðrar samskiftismiðlar at práta víðari.

Tey, ið vara av Roblox mæla til eitt 13 ára aldursmark, men kanningar vísa, at helvtin av teimum nógvu millliónunum av brúkarum eru yngri enn hetta, og alt ov ofta eru foreldrini ikki partur av online spælinum.

- Eg haldi ikki, at tað ber til at gera skilnað millum online lívið og tað veruliga lívið, sigur Børge Persson, sum sjálvur arbeiðir í KT vinnuni og hevur børn, sum fegin vijla spæla Roblox.

- Eg stovnaði eina konto, tí dótturin vildi sleppa at spæla har inni, og eg lukkaði alt niður sum eg kundi, so profilurin gjørdist so tryggur sum gjørligt, sigur hann og greiðir víðari frá, at hann endaði skjótt inni í einum spæli, har figurarnir høvdu ein seksuellan atburð, ið als ikki hóskaði seg til børn. Tískil fekk dótturin at vita, at hetta ikki var eitt stað til børn, men heldur til tannáringar.

Súsanna í Króki sigur, at nógv foreldur misskilja hetta við foreldrainnstillingunum, tí tey halda, at um tey stilla profilin rætt, so eru børnini trygg. 
- Tað, at tú tastar aldurin á barninum inn, merkir ikki, at innihaldið verður filtrerað, tí hetta ávirkar bara tjattið, soleiðis at børn ikki síggja banniorð til dømis. Atgongdin til spælini er júst hin sama, og tú kanst saktans enda inni á einum spæli, ið hevur 18 ára aldursmark.

Tað kann kennast eitt sindur einsligt at vera foreldur, sum sigur nei, men Børge sigur, at tey eru ikki tey einastu, sjálvt um tey eru fá.

Ráðini frá Súsonnu í Króki eru, at skulu børnini spæla hesi spøl, so má tað vera saman við foreldrunum. 

1778551

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Morgunlestur mikudagur 17.desember 2025
200536
Týsdag 16. desember
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
201586
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Mánadag 15. desember
Við Tórði á jólatúri
201550
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552
Mánadag 15. desember
Vigdís 3:4 - teknmálstulkað
201549