Ikki meiriluti í samgonguni at stytta arbeiðsvikuna við lóg

Ikki meiriluti í samgonguni at stytta arbeiðsvikuna við lóg
Málið um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar var evni í Breddanum fyrrapartin
Løgmaður ásannar, at meiriluti er ikki í samgonguni at stytta arbeiðsvikuna við lóg.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.11.2025 - 13:39

Arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar.

Tað var eitt tað størsta vallyftið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi til seinasta løgtingsval. 

Eitt trípartasamráðingarráð var sett at arbeiða við málinum.

 

Niels Winther og Óluva í Gong í Breddanum fyrrapartin. 

 

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, sum hava verið partur av arbeiðnum, hava tó hvør sína tulking av, hvussu stytta arbeiðsvikan skal fremjast í verki.

Óluva í Gong undrast á, at stytt arbeiðsvika verður lovað í valstríðnum og  skrivað í samgonguskjalið, men so frættist einki aftur.

Óluva í Gong og Niels Winther vóru í Breddanum fyrrapartin:

 

 

27112025_Stytt_arbeidsvika

 

Ikki undirtøka í samgonguni

Vit hava boðið Aksel V. Johannesen, løgmanni, í útvarpsstovuna at tosa um málið, men løgmaður svarar, at hann ikki er tøkur til samrøðu.

Løgmaður sigur tó í sms-boðum, at undirtøka er ikki í samgonguni at stytta arbeiðsvikuna við lóg.

Javnaðarflokkurin heldur framvegis, at tað er neyðugt at stytta arbeiðsvikuna og vónar, at tað verður sett hol á tilgongdina í hesum valskeiðnum, skrivar Aksel V. Johannesen í sms-boðunum.

Nú landsstýrið verður umskipað, verða arbeiðsmarknaðarmál partur av almanna- og heilsumálum, og tí verður tað uppgáva hjá Margit Stórá, sum 1. desember tekur við sum landsstýriskvinna á hesum málsøkinum, at loysa málið fyri valið.

Allur Breddin kann hoyrast her. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852