Snæfall 2 – nýggjur jólakalendari í sjónvarpinum

Um KVFTíðindi
Snæfall 2 – nýggjur jólakalendari í sjónvarpinum
Mánadagin klokkan 18.30 er 1. partur av Snæfalli 2 í sjónvarpinum og í VIT-appini
Snæfall 2 er í 24 pørtum og verður at síggja í sjónvarpinum hvørt kvøld klokkan 18.30. Tað ber eisini til at síggja nýggja Snæfall á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og á VIT-appini. 
 
27-11-2025

Jólakalendarin Snæfall 2 er framhald av søguni um Snæfall, sum var send fyrstu ferð í sjónvarpinum í 2017. Søgan hesa ferð er um at hava vón. At trúgva upp á, at alt fer at laga seg, og at alt verður fjálgt og gott aftur. Eisini hóast vónarljósið næstan slóknar, og alt tykist tungt og møtimikið. Tað ræður um ikki at missa vónina.

Snæfall 2 er ein jólakalendari um 10 ára gamla Nóa, sum hevur eitt sera týdningarmikið jólaynski.

Selma, sum nú er vaksin, hjálpir honum at senda eitt bræv til jólamannin í Snæfalli. Mamma Nóa, sum er sjúk, sendir eisini jólamanninum eitt ynskibræv, og ynskið hjá henni er, at Nóa skal fáa styrki og vón.

Mamma Nóa er rakt av álvarsamari sjúku, og hann ynskir sær, at hon skal gerast frísk. Men tá ið mamman aftur má á sjúkrahúsið, skal Nóa búgva hjá Hákuni og Ketli. Teir fara í bókahandilin hjá Rutt, og Selma fortelur honum um postkassan og ynskibrøvini, sum gerast til brævfuglar og flúgva avstað til jólamannin í Snæfalli við jólaynskjunum hjá øllum, sum skriva brøv.
 

Á ferð inn í gandakenda Snæfall

Brævið hjá Nóa flýgur avstað saman við hinum brævfuglunum til Snæfals. Til eina hugtakandi, gandakenda og dragandi verð. Men hugsa tær til, um brævfuglarnir og jólaynskið ikki koma fram.

Nóa hepnast at finna leiðina til Snæfals, har hann roynir at berjast móti óndu skuggunum, sum hótta við at vinna á allari vón.

Í Snæfalli gongur ikki alt, sum tað skal. Og meðan Nóa er í Snæfalli, hótta døkkir skuggar, sum gera alt ótrygt og breiða ótta. Jólamaðurin Jólius, bókavørðurin Vetur og lærlingurin Pílur hava nógv at stríðast við. Okkurt er galið við brævfuglunum. Og avleiðingarnar kunnu vera vanlukkuligar.

Í Snæfalli fær Nóa nýggjar vinir. Gentan Amina og Nóa gerast góð vinfólk, og saman við henni og øllum hinum stríðast tey fyri at halda vónini á lívi.

 

Leikarar frá Snæfalli 1 ganga aftur

Páll Danielsen er leikstjóri, og Finnur Hansen hevur staðið fyri upptøkunum og verið ljóðtøkningur. Carsten M. Arnskov setti saman. Fimtan børn eru við. Fimm, sum vóru børn seinast, eru við aftur hesa ferð. Umframt tjúgu vaksnir leikarar. Erla Zachariasssen og Marið E. Persson týddu til føroyskt. Elin á Rógvi hevur týtt eyðkennislagið, og Dánial Gomez syngur.

Jólakalendarin er í 24 pørtum og verður at síggja í sjónvarpinum hvørt kvøld klokkan 18.30. Tað ber eisini til at síggja nýggja Snæfall á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og á VIT-appini. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345

Um kvf css