Dystardagur 2: Spania fyri skotum

bannari
Dystardagur 2: Spania fyri skotum
Eftir tapið fyri Montenegro mikukvøldið stendur Spania fyri skotum hjá føroysku hondbóltskvinnunum, sum aftur skulu dúva upp á ferðina ímóti tungum sponskum verjuspælarum
 
28.11.2025 - 11:39

Spania kom væl frá byrjan í HM-kappingini við tryggum sigri á Paraguai í fyrsta umfari í bólkaspælinum mikudagin.

Dysturin móti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum endaði við 26-17 sigri til spaniólar, sum eftir eina javna byrjan hevði tamarhald á dystinum.

Vinstri bakkurin Danila So Delgado-Pinto, sum telist millum lyklaspælararnar, var toppskjútti við seks málum, meðan vongurin Ona Vegué I Pena skoraði fimm ferðir.

 

251127_DV_HONDBOLTUR

 

Meir av tí sama

Var strikuspælarin hjá Montenegro Tatjana Brnovic tung at danska við, skulu føroyingarnir vænta sær uppaftur størri mótstøðukvinnur í kvøld. 

Strikurnar hjá Spania hava lyklaleiklut í álopsspælinum, har tær skapa pláss til kviku bakspælararnar, men tær eru seinar, tá tær skulu renna aftur í verjuna, sigur Ingi Olsen, hondbóltsviðmerkjari.

 - Tey spæla nógv inn til strikuspælarin, og tá hon hevur skotið, er hon ikki serliga skjót heim í verjuna, og tær vilja eisini skifta út, segði Ingi Olsen í GMF.

 - Eg giti, at vit koma at leggja uppaftur størri dent á at spæla skjótt fram í kontraspæli. Vit koma buldrandi fram í fyrsta bylgju og aðru bylgju, og vit skulu helst sleppa ígjøgnum beinanvegin, segði viðmerkjarin. 

 

251128_INGIUMSPANIA_NET

 

Vóru í heimstoppinum

Spania er komið til heimsmeistaraskapið styrkismettar næsthægst í føroyska bólkinum. 

So seint sum í 2019 rukku spaniólar í HM-finaluna, men í tveimum teimum seinastu royndunum hava úrslitini verið 5. og 13. pláss.

 - Vit koma til HM við góðum treysti, sigur venjarin Ambros Martin við IHF.

 - Vit tóku nógvar nýggjar spælarar við til Olympisku leikirnar í París og í seinasta EM-endaspælinum komu vit ikki í miðumfarið, men kenslan var sera góð kortini. Í Trier skal menningin halda fram, so vit fáaminuttir, royndir og stig fyri stig, so Spania aftur verður millum heimsins bestu lond.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376