150 bústaðir á Fossum í Klaksvík

150 bústaðir á Fossum í Klaksvík
Byggilendið er umleið 30.000 fermetrar, og tað skal brúkast bæði til bústaðar- og vinnuendamál
Byggilendið á Fossum, sum verður boðið út, er tilsamans umleið 30.000 fermetrar.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
01.12.2025 - 14:56

Klaksvíkar býráð hevur samtykt at bjóða eitt stórt lendi á Fossum út til bústaðabygging, har pláss verður fyri 150 bústøðum.

Byggilendið er tilsamans 29.200 fermetrar, sum skal nýtast til bæði bústaðar- og vinnuendamál, og tað kann býtast sundur í smærri byggiøki.

3.400 fermetrar eru settir av til nýggjan barnagarð.

 

Klaksvíkar kommuna.

 

Millum byggiøkini verða grøn fríøki, trivnaðarøki og bindilið millum býlingarnar.

Tað stendur til teirra, sum bjóða, at koma við uppskoti um útstykkingarætlan, og hvussu økið og byggingin verða skipað. 

Klaksvíkar kommuna sigur, at lendið verður boðið úr í næstu viku. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891