- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpið í jólahýri

Kalendarin sigur nú 1. desember, og vit í Kringvarpinum eru av álvara komin í jólahýr. Tað sæst aftur í skránni, sum er full av góðum jólatilfari úr útvarpinum og sjónvarpinum. Bæði gamlar perlur úr savninum og nýtt tilfar er tøkt til børn og foreldur.
Nýggjur jólakalendari í sjónvarpinum
Í sjónvarpinum er ein heilt nýggjur jólakalendari. Snæfall 2 er framhald av søguni um Snæfall, sum var send fyrstu ferð í sjónvarpinum í 2017. Søgan hesa ferð er um10 ára gamla Nóa, sum hevur eitt sera týdningarmikið jólaynski. Mamma Nóa er rakt av álvarsamari sjúku, og hann ynskir sær, at hon skal gerast frísk. Men tá ið mamman aftur má á sjúkrahúsið, skal Nóa búgva hjá Hákuni og Ketli.
Selma, sum nú er vaksin, hjálpir Nóa at senda eitt bræv til jólamannin í Snæfalli. Men hvat nú um brøvini ikki koma fram? Man okkurt vera hent í Snæfalli?
Jólakalendarin er í 24 pørtum og verður at síggja í sjónvarpinum hvørt kvøld klokkan 18.30. Tað ber eisini til at síggja nýggja Snæfall á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og á VIT-appini.
Kendur jólakalendari í útvarpinum
Jólakalendari er eisini í barnaútvarpinum hvønn gerandismorgun kl. 7.15-7.30. Í ár er jólakalendarin Flytifuglar, sum var sendur fyrstu ferð í útvarpinum í 2018, sum Elin á Rógvi hevur skrivað.
Hoyr samrøðu við Elina um jólakalendaran her
Hóast 11 ára gamla Mai hevur búð í Vestmanna í fleiri ár, er tað ringt at føla seg heima, tá eingin letur hana gloyma, at hon er øðrvísi. Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann. Dagarnir ganga, og leitanin tykist vónleys. Men knappliga stendur Mai við einum smábarni í ørmunum og má flýggja fyri lívinum, um hon skal bjarga sær sjálvari og barninum.
Ring til Julius – beinleiðis úr Likkudali
Julius jólamaðurin hevur nógv at gera, nú tað stundar til jóla. Hóast tað hevur hann tíð at tendra sítt filmstól, sum fer beinleiðis inn í allar stovur í Føroyum. Rógvi er raskur at vitja Julius, og hann hevur altíð okkurt nýtt at vísa Juliusi, sum hann hevur lært í skúlanum. Hvat teir kunnu finna uppá, er altíð spennandi. Eitt, sum teir altíð gera, er at vísa hvørjum øðrum heimaupptøkur á VHS-bondum. Eisini fáa føroysk børn møguleika at ringja beinleiðis inn til Julius og Rógva og fortelja, hvat tey ynskja sær í jólagávu.
Børnini kunnu ringja beinleiðis til Julius hvørt mánakvøld í desember kl. 18.
Jólakrókurin á Ljóð og Sjón
Eins og undanfarnu árini hava vit gjørt tað lættari at finna jólatilfar allan desember mánað við einum serligum jólakróki. Her liggja millum annað jólakonsertir, heilsanir frá útisetum, gamlir jólakalendarar og nógv annað.
Her finnur tú væl umtóktu jólarásina, ið spælir jólatónleik alt samdøgrið.
Jólahýrur í appini
Í VIT-appini finnur tú bæði ársins jólakalendara í sjónvarpinum, eldri jólakalendarar, eitt nú Vitan, Dólgarnar, Jólagøtan og Pjøppa og Goffi og annað gott barnatilfar at stytta sær stundir við myrku vetrardagarnar.
Jólaaftan kunnu børnini sessast og hyggja at sendingini 'Meðan vit bíða' saman við góðum vertum og jólaligum teknifilmum, eitt nú Labbaliðið, Grísa Peppa, L fyri Lomb, Mouk og Pettson á jólum. Aftur í ár fáa børnini ein heilt nýggjan spælifilm jólaaftan, tá vit vísa Palla halaleysa, sum kom í biografin fyrr í heyst.











