Breddin: Fosturtøkumálið til endaliga viðgerð

Breddin: Fosturtøkumálið til endaliga viðgerð
Í sendingini spyrja vit, um hetta er seinasti leikur í málinum, ella um tey, sum eru ímóti lógaruppskotinum, framvegis kunnu telva seg til eitt annað úrslit
Fosturtøkumálið var samtykt við teprum meiriluta. 17 atkvøður vóru fyri og 16 ímóti.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.12.2025 - 09:11

Við teprum meiriluta var fosturtøkumálið samtykt við aðru viðgerð seint tyskvøldið - 17 atkvøður fyri og 16 ímóti. 

Í dag fer málið til triðju og endaligu viðgerð. 

Verður uppskotið um fría fosturtøku fram til og við 12. viku samtykt í dag, fáa vit eina nýggja fosturtøkulóg, sum kortini ikki kemur í gildi fyrr enn 1. juli næsta ár. 

Tað kom av álvara politiskur spenningur um málið týsmorgunin, tá Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, avgjørdi at fara aftur í løgtingið fyri at fáa málið samtykt. 

 

Politisk telving

Ein, at síggja til, óvæntað avgerð, sum kom óvart á tey flestu í einum máli, sum kortini hevur verið merkt av politiskari telving. 

Í sendingini í dag hyggja vit nærri at tí, sum er farið fram í málinum. Vit spyrja eisini, um hetta er seinasti leikur, ella um tey, sum eru ímóti lógaruppskotinum, framvegis kunnu telva seg til eitt annað úrslit. 

Beinta Løwe og Hallur av Rana, viðmerkjarar, vera í útvarpsstovuni.

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985