Eykavinningurin í Gekkinum: Vinnaraseðilin funnin

Um KVFTíðindi
Eykavinningurin í Gekkinum: Vinnaraseðilin funnin
Í Gekkinum í kvøld var drigið um eykavinningin: Eina hondbóltsferð fyri tvey til Oslo í januar, við 10.000 kr í lummapeningi. Vinnaraseðilin er seðil nummar 197226
Vinnarin gjørdist gekkaseðil nummar 197226. Seðilin er seldur í INN í Klaksvík.
Mynd: Kenneth Jørgensen  
 
05-12-2025

Í gekkasendingini í kvøld, fríggjakvøldið tann 5. desembur 2025, var drigið um eykavinningin, eina hondbóltsferð fyri tvey við manslandsliðnum til Oslo í januar, við 10.000 kr í lummapeningi. Íroknað er: 

  • Dystaratgongd
  • Ferðing
  • Gistingarhús við morgunmati
  • 10.000 kr í lummapeningi
  • Tvær landsliðsblusur

Vinnarin gjørdist gekkaseðil nummar 197226. Seðilin er seldur í INN í Klaksvík. Nummarið sæst á fremstu síðu á Gekkinum, ovast til vinstru. 

Allir seðlar seldir frá 1. november til 27. november vóru við í dráttinum um eykavinningin.

Vinnarin verður biðin um at seta seg í samband við Kringvarpið sum skjótast.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290

Um kvf css