Fer at kanna lívskor í Føroyum

Fer at kanna lívskor í Føroyum
Fyrst í nýggja árinum fer Hagstova Føroya at gera eina stóra lívskorskanning eftir altjóða leisti
 
14.12.2025 - 14:35

Kanningin, sum nú fyrstu ferð verður gjørd í Føroyum, verður annars gjørd í næstan øllum evropeiskum londum. Henda kanningin skal geva Hagstovuni og øðrum upplýsingar um, hvussu føroyingar sjálvir halda, at teir hava tað. Kanningin er stór, tí hon verður send til umleið 6.000 húsarhald í landinum, og skal fylla tey stóru hagtalsligu holini, sum eru um eitt nú fátækraváða og ójavna.

Tá kanningin nú eisini verður gjørd í Føroyum, so fer at bera til at samanbera lívskor í Føroyum við, hvussu umstøðurnar eru í øðrum londum, har sama kanning eisini verður gjørd.

Lív Højsted Horsdal, hagfrøðingur á Hagstovu Føroya sigur, at tað verður spurt um alt frá bústaðarviðurskiftum, útbúgving, arbeiði, inntøku, heilsu og trivnað. T.d. verður spurt, um fólk hava ráð til heitan døgurða, at hita húsini nøktandi, um fólk hava ráð til at vera við í frítíðarvirksemi, og um fólk hava ráð til at gjald fyri óvæntaðar útreiðslur.

Hagtøl um sosial viðurskifti

Hagstovan hevur í nógv ár framleitt hagtøl um inntøkubýti í Føroyum, t.d. gini-talið og fátækraváða. Fátækraváði sigur nakað um, hvussu fólk við lágari inntøku megna at fylgja gongdini í samfelagnum annars.

Henda nýggja kanningin kann geva eitt nógv størri innlit í lívskorini hjá føroyingum, hvussu føroyingar uppliva gerandisdagin. Um fólk fáa endarnar at røkka saman.

Kanningin fer út til 6000 húski, sum er fjórða hvørt húski í Føroyum.

Hoyr alla samrøðuna við at trýsta á pílin niðanfyri. 

1782730

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Brett Ditgen um A Heavy Quiet
212879
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232