Framleiðarar/fotografar til Kringvarp Føroya

Um KVFTíðindi
Framleiðarar/fotografar til Kringvarp Føroya
Vit søkja eftir fólki til 1,6 størv
 
15-12-2025

Ert tú útbúgvin/royndur sjónvarpsframleiðari og/ella fotografur? Um tú ert annað ella bæði, søkja vit eftir fólki, sum dámar at arbeiða við beinleiðis sendingum, sum dámar toymisarbeiði og sum hevur eyga fyri visuellari góðsku. 

Vit søkja eftir fólki til 1,6 størv. 

 

STARVIÐ

Høvuðsuppgávurnar fara at vera innan tíðindi og ítrótt, men vit vænta, at tú eisini viðhvørt ert við í øðrum sløgum av framleiðslum, sum spenna frá dokumentarsendingum til nýggjárskonsertir. 

Vit kunnu bjóða eitt umhvørvi, har tú hevur aðrar royndar og útbúnar fotografar og framleiðarar at arbeiða saman við. Har tínar myndaligu og/ella tøkniligu styrkir kunnu koma til sín rætt. Og har tað, tú gert, røkkur stórum parti av føroysku miðlabrúkarunum. 

Okkara gerandisdagur er fjølbroyttur, og vit eru við, har tað hendir. 

Vit eru í eini broytingartilgongd, har netið eins væl og sjónvarpsskíggin er okkara myndamiðil, og vænta, at tú hevur áhuga fyri at framleiða tilfar til bæði smáar og stórar skíggjar. 

Tú hevur góð samstarvsevni og dugir at samstarva við fleiri ymisk fólk í senn, eisini tá tað skal ganga skjótt. 


SETANARTREYTIR

Lønin verður ásett eftir sáttmála  við Starvsfelagið. 

Arbeitt verður í vaktum, sum umfata kvøldarbeiði. Tó eru ikki allar vaktir út á kvøldið.

Størvini verða sett í januar, og ynskiligt er at settu fólkini byrja 1. februar. 

Vit frætta fegin frá tær, um tú hevur spurningar til størvini. Set teg í samband við Katrina Petersen, tíðindaleiðara (katrinp@kvf.fo), ella Bjarnheðin í Hoyvík, leiðandi framleiðara á Aktuelt (bih@kvf.fo). 

Umsóknir skulu vera okkum í hendi 30. desember 2025 á telduposti umsokn@kvf.fo. Merk teldupostin “Framleiðarar/fotografar”.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775

Um kvf css