Kærustovnurin staðfestir avgerð um Eysturlund

Kærustovnurin staðfestir avgerð um Eysturlund
Kærustovnurin sigur, at lógarkrav er um alment útboð, áðrenn loyvi kann latast til elframleiðslu úr vindorku
Eysturlund sleppur ikki at seta vindmyllur upp. Kærustovnurin hevur staðfest avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum.
 
19.12.2025 - 15:11

Føroya Kærustovnur hevur avgjørt at staðfesta avgerðina hjá Umhvørvisstovuni/Elveitingareftirlitinum um ikki at ganga umsóknini frá Eysturlund á møti, um loyvi at seta upp vindmyllulund og leggja elnet/háspenningskaðal.

Eysturlund hevur biðið um loyvi at seta vindmyllulund, sum er 100 MW, upp eystan fyri Lambavík, og at leggja net/háspenningskaðal millum Lambavík og Fuglafjørð.

Kaðalin skal kunna veita orku/damp til Havsbrún í Fuglafirði.

Orsøkin til, at umsóknin hjá Eysturlund ikki kundi gangast á møti er, at:

  • lógarkrav er um alment útboð, áðrenn loyvi kann veitast til elframleiðslu úr vindorku
  • serstakt loyvi krevst til at leggja net/háspenningskaðal til flutning av elorku

 

Sí eisini: Vandi fyri at mjøl- og lýsiframleiðslan flytur av landinum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025