Regin Jacobsen: Vandi fyri at mjøl- og lýsiframleiðslan flytur av landinum

Regin Jacobsen: Vandi fyri at mjøl- og lýsiframleiðslan flytur av landinum
Um Bakkafrost ikki sleppur at framleiða grøna orku, fær tað stórar avleiðingar, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti
18.12.2025 - 19:24

Vandi er fyri, at framleiðslan av mjøli og lýsi flytur av landinum, um Bakkafrost ikki sleppur at skifta tungoljuna á Havsbrún út við grøna orku. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, nú stígur er komin í arbeiðið at skipa, hvussu vindmyllulundir, gjørdar til orkukrevjandi vinnufyritøkur, kunnu knýtast í elkervið hjá SEV.

Tað var í mars 2022, at landstýrið, Kommunufelagið og SEV samdust um, at ein skipan skuldi gerast fyri, hvussu vindmyllulundir til grøna orkunýtslu hjá vinnufyritøkum kunnu verða knýttar í elkervið hjá SEV. 

Ein arbeiðsbólkur við orkumyndugleikanum, Umhvørvismálaráðnum og Kommunufelagnum varð settur at finna leistin. Nú vísir alment innlit, sum Kringvarp Føroya hevur fingið, at arbeiðsbólkurin er farin í tvíningar. Tríggir limir frá kommunufelagnum eru ímóti, at vinnufyritøkur fáa loyvi at seta vindmyllur upp, meðan tríggir limir, umboðandi landsmyndugleikarnar, eru fyri. 

 

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083