Prísvøksturin støðugur seinasta árið

Prísvøksturin støðugur seinasta árið
Í november vóru matvørur og drykkjuvørur sløk fýra prosent dýrari enn í november í fjør
Matvørurnar dýrka framvegis. (Savsnmynd)
 
23.12.2025 - 08:10

Prísvøksturin seinasta árið hevur verið lítil og støðugur, eftir at hava verið stórur í nógv ár. 

Prísvøksturin frá november í fjør til oktober í ár er 0,7 prosent.

Rentan er lækkað nógv, og hon dregur prístalið niðureftir, sigur Hagstovan.

Matvørurnar dýrka framvegis. Í november í ár vóru matvørur og drykkjuvørur sløk fýra prosent dýrari enn í november í fjør. 

Seinastu fimm árini eru prísirnir hækkaðir góð 30 prosent.

 

Lægri renta, men dýrari húsaleiga

Húsalánsrentan er lækkað nógv. Men húsaleigan er hækkað góð ellivu prosent.

Og prísirnir fyri húsbúnað og húshaldsútgerð eru eisini lækkaðir seinasta árið.

Tubbak og rúsdrekka kostaðu 8,9 prosent meira í november í ár enn í november í fjør. 

Brúkaraprístalið er býtt í 12 bólkar. Í níggju teirra var prísvøkstur seinasta árið. 

Árligi prísvøksturin í Føroyum er minni enn miðalprísvøksturin í flestu londum í Evropa, skrivar Hagstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659