Eggjar grønlendingum til at stovna og reka virki

Eggjar grønlendingum til at stovna og reka virki
Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, hevur hildið nýggjársrøðu
Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, tá hann nýggjársrøðu í sjónvarpinum fyri grønlendsku tjóðini.
Mynd: KNR  
 
02.01.2026 - 08:09

Vinnuskatturin skal endurskoðast, so fleiri fáa hug at stovna og reka virki í Grønlandi.

Tað segði Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, í nýggjársrøðu sínari.

Hann legði eisini dent á ferðavinnu og fiskivinnu. 

Ferðavinnan mennist nógv og skjótt, og fiskivinnan er ryggurin í grønlendska búskapinum, segði landsstýrisformaðurin, sum hevur góðar vónir um nýggja árið.

Hann heldur, at Grønland kann gerast sjálvstøðugt. Men fyrst skal haldgott grundarlag gerast.

Og tí arbeiðir ein serlig nevnd, sum eitur grein 21-nevndin, við at orða.

Í samrøðu við KNR útilokar Jens-Frederik Nielsen ikki, at hann fer at hitta Donald Trump.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025