Kongsríkið og USA á breddanum í dag

Kongsríkið og USA á breddanum í dag
Uttanríkispolitiska nevndin, sum er mannað við fólkatingslimum, hevur fund um málið seinnapartin
Uttanríkispolitiska nevndin í fólkatinginum viðger viðurskiftini hjá kongsríkinum við USA á fundi seinnapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.01.2026 - 13:11

Klokkan fimm seinnapartin í dag verður fundur í uttanríkispolitisku nevndini hjá fólkatinginum, Udenrigspolitisk Nævn.

Á skránni er eittans evni: viðurskiftini hjá kongsríkinum við USA.

Fyri donsku stjórnina taka uttanríkisráðharrin og verjumálaráðharrin lut, skrivar Uttanríkismálaráðið í tíðindaskrvi.

Nevndin, sum er mannað við fólkatingslimum, rágevur stjórnini í uttanríkis- og trygdarpolitiskum spurningum.

Stjórnin hevur skyldu til at ráðføra seg við nevndina, áðrenn hon tekur avgerðir, sum hava stóran uttanríkispolitiskan týdning.

Millum limirnar í uttanlandsnevndini hjá fólkatinginum er Anna Falkenberg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523