Vinnarin av verkætlanarkappingini verður kunngjørdur í morgin

Vinnarin av verkætlanarkappingini verður kunngjørdur í morgin
Fimm fyritøkur og samtøk vóru vald út at koma við uppskoti um at útbyggja og dagføra skúlan á Glyvrum
Glyvra skúli er frá 1956. Nú er ætlanin at víðka og dagføra skúlan.
 
08.01.2026 - 14:06

Seinnapartin í morgin verður vinnarin av verkætlanarkappingini at útbyggja Glyvra skúla og gera musikkskúla í Heimistovufjósinum kunngjørdur.

Fimm arkitektafyritøkur/samtøk vórðu vald út og lótu inn hugskot um sniðgeving og heildarráðgeving av stóru verkætlanini í Runavíkar kommunu. 

Tey vóru: BBP, Henning Larsen, MAP, SNA og ZETA

Í juli í fjør skrivaði Runavíkar kommuna, at fyritøkurnar/samtøkini skulu koma við uppskoti um, hvussu Glyvra skúli, sum er frá 1956, skal víðkast og dagførast til trý spor, so hann eisini kann hava fjórða, fimta og sætta flokk.

 

Frítíðarskúli, forskúli og framleiðslukøkur

Nýggi depilin fer eisini at hýsa frítíðarskúla og forskúla, nýggjari ítróttarhøll og nýggjum musikkskúla í Fjósinum. 

Verkætlanin umfatar eisini framleiðslukøk, sum kann gera mat til skúlar og dagstovnar. 

Talan er um stóra verkætlan, 9.000 til 10.000 fermetrar, og eftir umbyggingina verður pláss fyri stívliga 500 næmingum.

Arbeiðið verður gjørt í stigum, so skúlagongdin kann halda fram, meðan bygt verður, skrivaði Runavíkar kommuna í juli.

Øll tey innkomnu uppskotini verða sýnd fram klokkan 15 í morgin í nýumvælda ráðhúsinum hjá Runavíkar kommunu á Høgabóli, har vinnarin eisini verður kunngjørdur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. februar
Mono - 110226
204074
Mikudag 11. februar
Eitt korter við klassiskum
204060
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896