Útbyggingin skal vera liðug í 2030

Útbyggingin skal vera liðug í 2030
Tá løgtingið fyri jól samtykti broytingarnar í lógini um Íleggingargrunnin, var heimild eisini givin at fíggja útbyggingina av flogvøllinum fyri 350 milliónir krónur
Soleiðis fer floghavnin í Vágum at síggja út, tá arbeiðið er liðugt.
 
09.01.2026 - 11:51

Nú verður ferð sett á útbyggingina av farstøðini á flogvøllinum í Vágum.

Hóast farstøðin bara er góð tíggju ára gamal, so er hon longu ov lítil, og tí hevur í rúma tíð verið arbeitt við útbygging.

Henda útbyggingin er ein stór verkætlan, tí fyri at kunna byggja ein nýggjan terminal, skal tann gamla fráfaringarhøllin takast niður. Tað er hon, sum í dag verður brúkt av feløgum, sum leiga bilar út.

Tá tað arbeiðið er liðugt skal ein nýggjur terminalur, í tveimum hæddum, byggjast. Hann skal flættast saman við tann gamla bygningin, og har skal eisini leggjast eitt betongdekk inn ímóti flogvøllinum, so ferðafólkini sleppa at ganga út til flogfarið í teimum sokallaðu "fingrunum". Tað vil siga, at komandi og farandi ferðafólk sleppa at ganga til og frá flogførunum turrskødd.

 

Farstøðin er longu ov lítil, og tí verður neyðugt at byggja út. 

 

Parkeringsøki og parkeringshús

Men tað er ikki tað einasta. Harumframt skal parkeringsøkið byggjast út og tað verður nógv størri frameftir; tí umframt parkeringspláss skal eisini eitt parkeringshús gerast.

Og so er tað hangarur, tyrluhangarur og tyrlufráfaringarhøll og fleiri standipláss til flogførini við farstøðina.

Projekteringsarbeiðið er so smátt farið í gongd og verður væntandi liðugt fram móti sumri næsta ár. Tá verður arbeiðið boðið út, og gongur, sum Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, og nevndin ætla, so stendur nýggja farstøðin liðug við ársenda í 2029.

 

Regin I. Jakobsen.

 

700 milliónir

Kostnaðurin av hesari útbyggingini, við farstøð og parkeringsplássinum, er mettur til umleið 700 milliónir krónur, harav helvtin kemur frá Íleggingargrunninum sum rentufrítt lán. Men aftrat tí koma fleiri aðrar útbyggingar, millum annað parkeringshúsið og hangarar, sum kosta nakrar 100 milliónir. Og tí er væntandi, at henda útbyggingin fer upp um milliardina.

Sí innslag í Degi og viku:

 

FLOGVOLLUR_REGIN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363