Dagføroyingar: Verðin, verðin.. og Føroyar

Dagføroyingar: Verðin, verðin.. og Føroyar
Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Erling Eidesgaard kjakaðust millum annað um framtíðarstøðu Føroya við støði í hóttu støðuna hjá Grønlandi
In the red corner: Tað var lívligt kjak millum Erling Eidesgaard og Johan Dahl um framtíðarstøðu Føroya í kjalarvørrinum á nógv broytta heiminum
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
10.01.2026 - 12:10

- Eru Føroyar tryggar í einum heimi, sum broytist so skjótt?
- Kennist ríkisfelagsskapurin við Danmark sum ein tryggleiki - ella sum ein veikleiki?
- Er tann heimurin, sum vit kenna, í upploysn. Eru stovnar sum ST og NATO, ið hava verið ein garantar fyri friði seinastu meira enn 70 árini, viknaðir?
- Hava smá lond nakran kjans - ella eru vit bara brikkar í einum spæli millum stórveldi, sum býta heimin millum sín?
- Er tíðin komin hjá Føroyum at umhugsa ES-limaskap, so vit eru við í einum nýggjum felagsskapi?

Hetta vóru spurningar, sum vóru tiknir upp í táttinum Dagføroyingar, sum er partur av sendingina Vikan. Í útvarpsstovuni vóru Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi.

1787496

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037