- Tíðindi, mentan og ítróttur
Loyvi at skjóta í fýra ár aftrat

Loyvið at skjóta grágás skal vara í fýra ár aftrat.
Loyvið, sum kom í 2021, var galdandi til 1. januar í ár.
Men uppskot er gjørt um lógarbroyting, so loyvið varar til 1. januar 2030.
Uppskotið er til hoyringar til 1. februar.
Í 2021 bar til at skjóta grágæs, sum eru í veltum lendi og gera skaða har.
Umhvørvis- og Vinnumálaráðið legði heimildina at geva loyvi til at skjóta til Búnaðarstovuna at umsita.
Og Búnaðarstovan hevur gjørt umsóknarbløð, leiðbeining og kunningartilfar, sum eru á heimasíðuni hjá stovninum.
Treytin er, at Búnaðarstovan fær at vita um skotnar gæs hvørt ár. Annars fellur loyvið burtur.
Øll villgásasløg eru annars friðað í Føroyum.
Talan er tí um undantaksloyvi til at skjóta grágás í veltum lendi.





















