Danmark tryggjaði sær hálvfinalupláss

bannari
Danmark tryggjaði sær hálvfinalupláss
Jóhan á Plógv Hansen kom ikki á máltalvuna, tá Danmark vann á Týsklandi og tryggjaði sær pláss í EM-hálvfinaluni
Við sigri á Týsklandi tryggjaðu Simon Pytlick og hinir á danska landsliðnum sær pláss í hálvfinaluni
Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix  
 
26.01.2026 - 18:00

Danmark vann 31-26 á Týsklandi í kvøld og tryggjaði sær pláss í EM-hálvfinaluni.

Týskarar fylgdu væl við í fyrra hálvleiki, men sum leið út á seinna hálvleik, fór heimaliðið undan og vann við fimm málum. Vongurin Jóhan á Plógv Hansen varð skrásettur fyri eina misnýtta skotroynd.

Týskland hevur eins og Danmark seks stig, men um teir tapa seinasta dystin ímóti Fraklandi í morgin, fer Frakland í hálvfinaluna í staðin. Frakland tapti fyrr mánadagin fyri Spenia, meðan Norra og Portugal spældu javnleik 35-35. 

 


(Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)

 

Ísland bukaði sviar

Í gjár brustu Svøríki og Ísland saman í Malmø. Sviar komu væl frá byrjan, og út á dystin leikaði leingi javnt á, men síðstu løtuna fekk Ísland alneyðuga sigurin.

Kroatia vann 28-24 á Sveis, meðan Slovenia ikki gjørdi mætari enn at vinna sannførandi á Ungarn. 

Ísland, Svøríki, Kroatia og Slovenia hava øll fýra stig, meðan Ungarn og Sveis hava eitt í part undan næstsíðstu miðumfarsdystunum í morgin, tá Ísland spælir ímóti Sveis, Slovenia brestir saman við Kroatia, og Svøríki skal royna seg ímóti Ungarn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558