Ískoytispolitikkur hjá Kringvarpi Føroya

Um KVFOkkara leiklutur
Ískoytispolitikkur hjá Kringvarpi Føroya
Í kringvarpslógini grein 8, stk 4 er latið upp fyri, at KVF í serstøkum førum kann hava inntøkur frá ískoytisveitarum
FMA er dømi um framleiðslu, sum kann fáa ískoyti.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03-02-2026

Mesta virksemið í KVF er grundað á tær inntøkur, sum fáast til vega gjøgnum kringvarpsgjald og eydnuspæl. Í kringvarpslógini grein 8, stk 4 er eisini latið upp fyri, at KVF í serstøkum førum kann hava inntøkur frá ískoytisveitarum, tá talan er um serstøk tiltøk ella pallseting.

Niðanfyri er ein nærri lýsing av ískoytispolitikkinum í KVF.


Yvirskipað viðurskifti

KVF hevur sum public service-stovnur ávísar skyldur í arbeiðnum at fremja sítt virksemi. Yvirskipað er virksemið skrásett í public service-sáttmála millum KVF og Uttanríkis- og Mentamálaráðið.

Harafturat eru lógirnar um Kringvarp Føroya, fjølmiðlaábyrgdarlógin, revsilógin og reglur um fjølmiðlasið viðkomandi fyri virksemi Kringvarpsins. KVF skal halda seg innan karmarnar í hesum sáttmála, lóggávu og reglum.

Eisini skal KVF hava stórt trúvirði í síni miðling, vera óheft, hava fjølbroytni og breidd og dygd.

Nevndu viðurskifti skulu liggja til grund, tá samráðst verður um avtalur um ískoyti.


Ískoytisveitingar verða serliga brúktar at útvega sjónvarpsrættindi til KVF

Tað er ein sannroynd, at sjónvarpsrættindini innan serliga ítrótt og undirhald eru nógv dýrkað tey seinnu árini. Kringvarpið kann tí koma í ta støðu, at fíggjarligt grundarlag er ikki fyri at varpa ella framleiða serstakar sendingar innan ítrótt, mentan og undirhald.

Hetta hevði verið eitt stórt bakkast, tí Kringvarpið – og undan tí Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya – hava øll árini megnað at savna føroyingar kring stórar ítrótta- og mentanarhendingar. Á henda hátt hava hesir stovnar skjalprógvað týðandi hendingar í okkara mentanarsøgu. Ískoytisveitingar skulu tryggja, at KVF framhaldandi kann varpa týðandi og savnandi sendingar innan ítrótt, mentan og undirhald til allar føroyingar.


Allýsing av ískoytisveitingum

Ein ískoytisveiting í Kringvarpsins virksemi er ávís stuðulsveiting sum peningur, stuðul ella vinningur, sum verður latin í sambandi við ávísar sjónvarpssendingar. Afturfyri verður eftir greiðum leiðreglum gjørt vart við navn, logo ella annað hjá tí, ið letur stuðulin.

Eftir grein 8, stk. 4 í lóg um Kringvarp Føroya er treytin fyri at kunna útvega Kringvarpi Føroya inntøkur frá ískoytisveitarum, at talan er um serstøk tiltøk ella pallseting.

Tað veri seg størri og kostnaðarmiklar sendingar ella framleiðslur t.d. innan greinir sum ítróttur, drama og undirhald.

Eftir grein 8, stk. 8 í lóg um Kringvarp Føroya skal greiður skilnaður vera millum programminnihald og ískoytisveitingar. 

Fyritøkur, stovnar, feløg o.l. kunnu gera sáttmála/r um ískoytisveiting/ar.

Politiskir flokkar, fakfeløg, arbeiðsgevarafeløg, átrúnaðarligir felagsskapir og rúsframleiðarar kunnu ikki gera sáttmálar um at lata ískoyti. 

Eingin ískoytisveitari kann í avtalu seta treytir um innihald, arbeiðshátt ella skrá hjá Kringvarpinum.

Eingin ískoytisveitari kann í avtalu krevja sersømdir fyri seg, sína fyritøku, vørur ella tænastur.

Eingin ískoytisveitari kann seta treytir við atliti at øðrum ískoytisveitingum ella ískoytisveitarum.


Ískoyti verður ikki latið í sambandi við tíðindaflutning/aktualitet og B&U

Ískoyti kann ikki latast tíðindum, aktualitetssendingum ella dokumentarsendingum á deildini Aktuelt.

Ískoyti kann ikki latast barna- ella ungdómssendingum, sum eru fastur táttur í kringvarpsskránni.

Ískoyti kann verða latið størri serstøkum framleiðslum til sjónvarp, sum eru ætlaðar børnum og ungum, t.d. eini størri jólakalendaraframleiðslu, dramaframleiðslum ella konsertum. Ein tøkk fyri ískoytið verður nevnd ella skrivað seinast í tí serstøku sendingini/sendirøðini.


Leiðreglur í sambandi við ítrótt og mentan

Ískoyti kann ikki latast regluligu ítróttasendingunum, sum eru afturvendandi partur av skránni hjá KVF.

Ískoyti kann latast sjónvarpssendingum, tá talan er um størri ítróttatiltøk og -framleiðslur innanlands og uttanlands, t.d. miðling frá Oyggjaleikum, landsdystum og finalum.

Ískoyti kann ikki latast regluligu mentanarsendingunum, sum eru afturvendandi partur av skránni hjá KVF.

Undir deildini Mentan kann ískoytisveiting latast, tá talan er um: serstøk tiltøk ella pallseting, t.d.innan tónleik, dokumentar, drama ella undirhald – sí omanfyri.

Dømi um loyvd ískoyti: Um ein sending er alment upplýsandi, kann hon stuðlast av t.d. almennum stovnum, grunnum og feløgum. Tó mugu møgulig seráhugamál ikki síggjast aftur í sendingini.


Atlit at redaktionellum frælsi

Kringvarp Føroya sæst og hoyrist í hvørjum húski í Føroyum, og sendingar Kringvarpsins eru tøkar á alnótini. Sendingar, sum hava fingið ískoyti, mugu – eins og aðrar sendingar í KVF – ikki geva orsøk til at seta spurningar um integritet, trúvirði og óheftni. Tí kann sponsorering einans nýtast, um atlit eru tikin fyri redaktionella frælsinum. Seráhugamál skulu ikki gera seg galdandi, eins og sendingarnar skulu vera sakligar og ópartískar.


Leiðreglur í sambandi við skelti, navn o.a.

Við at stuðla serstøkum sendingum ella pallseting í Kringvarpi Føroya við einum ískoyti fáa felagsskapir, fyritøkur og stovnar møguleika fyri at fáa sítt navn ella ávarp sligið fast í tilvitanina hjá føroyskum lurtarum og hyggjarum.

Navnið á ískoytisveitaranum verður nevnt undan og eftir serstøku sendingina ella sendirøðina í einum “trailara”. “Trailarin” er í nøkur sekund. KVF ger av, nágreiniliga hvussu langur “trailarin” er.

Umframt navn/ávarp kann í stuttum kunnast um, hvat virksemið/vøran/tænastan hjá ískoytisveitaranum er. Tó kann ikki lýsast við, hvussu virksemið/vøran/tænastan er.

Ein avtala um ískoyti í sambandi við sending ella sendirøðir er einans galdandi, so leingi sendingin ella sendirøðin er á skrá fyrstu ferð, t.e. við fyrstu varping og fyrstu endurvarping.

Í hvørjum føri um ískoyti skal ein avtala gerast millum leiðslu – tað merkir deildarleiðara ella stjóra – og ískoytisveitara/r.

Leiðsla Kringvarpsins kann lata øðrum persóni heimildina at gera slíkar avtalur. Tó fær eingin avtala virknað, fyrrenn leiðslan í Kringvarpinum hevur góðkent avtaluna.

Avtalurnar um ískoytisveiting skulu vera skrivligar, og serligt avtaluskjal skal vera undirritað. Avtalurnar skulu greitt áseta virðið á veitingini.

Somuleiðis skulu avtalurnar áseta, hvørja sending, sendirøð ella tiltak, ískoytisveitarin letur ískoyti til.

Ásettar orðingar verða nýttar í sambandi við ískoyti. Uppskot um orðingar eru:

“Sendingin er send í samstarvi við.......”

“........hevur stuðlað sendingini”

Speak undan: “Navnið á serstøku og samskipaðu sendingini” verður send við stuðli frá....

Speak: “Navnið á serstøku og samskipaðu sendingini varð send við stuðli frá “navnið á ískoytisveitaranum”

Speak: “Navnið á ískoytisveitaranum” hevur stuðlað “navnið á serstøku sendingini”

Speak: “Navnið á ískoytisveitaranum” stuðlaði “navnið á serstøku og samskipaðu sendingini”

Afturfyri verður eftir greiðum leiðreglum gjørt vart við navn, logo ella annað hjá tí, sum letur stuðulin.


Dømi um framleiðslur og sendingar/sendirøðir, sum kunnu fáa ískoyti

  • Landsdystir og finalur í ítrótti
  • Altjóða ítróttasendingar (OL, HM, EM)
  • Virðislønarhandanir (t.d. FMA)
  • Stórar konsertir (t.d. Nýggjárskonsertin)
  • Sang- og tónleikakappingar
  • Gevið gætur (upplýsing til borgaran)
  • Samframleiðsla ella samsendingar við útlendskar miðlar ella programmveitarar
  • Keyptar dramasendirøðir
     
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864

Um kvf css