Skriva undir semju um lønarkarm í dag

Skriva undir semju um lønarkarm í dag
12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum hava samráðst við arbeiðsgevararnar um lønarkarmin
Partarnir hava samráðst um lønarkarm síðani tíðliga í desember, og nú er klárt at skriva undir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.02.2026 - 12:52

Seinnapartin í dag fara tey 12 fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, Lønardeildinar hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið væntandi at skriva undir semju um lønarkarm.

- Øll 12 fakfeløgini eru samd um lønarkarmin, segði Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, við útvarpið mikudagin í síðstu viku.

Ein serfrøðingabólkur gjørdi grundarlagið undir samráðingunum um lønarkarmin, og partarnir hava samráðst síðani tíðliga í desember í fjør.

Tey 12 fakfeløgini eru Starvsfelagið, Akademikarafelagið, Búskapar-  og løgfrøðingafelagið, Yrkisfelagið, Kost- og føðslufelagið, Farmakonomfelagið, Yngri læknar, Ljóðsmøðrafelagið, Fysioterapeutfelagið, Pharmadanmark, Heilsurøktarafelagið og Føroya tekniska lærarafelag.

Lønardeildin hevur sáttmálar við 30 fakfeløg.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur sáttmála við 16 fakfeløg, men tey eru ikki øll á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Nøkur eru á privata arbeiðsmarknaðinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308