Verandi festiskipan má broytast

Verandi festiskipan má broytast
Skal landbúnaðurin mennast, so má verandi festiskipan broytast. Tað er greiða fatanin hjá stóru, borgarligu flokkunum á løgtingi
Árliga Búnaðarstevnan var í Varpinum í Klaksvík í gjár.
Mynd: Dávur Winther/Norðlýsið  
 
15.02.2026 - 15:04

Skal landbúnaðurin mennast, so má verandi festiskipan broytast. Skipanin avmarkar í alt ov stóran mun ræðisrættin hjá bóndunum til jørðina. 

Tað er greiða fatanin hjá stóru, borgarligu flokkunum á løgtingi.

Fólkaflokkurin vil fara so langt sum at einskilja almennu landsjørðina, meðan Sambandsflokkurin vil hava eina uppgerð við verandi festiskipan. Tað kom fram á Búnaðarstevnuni í Klaksvík í gjár.

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og fyrrverandi landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, hevur leingi verið sannførdur um, at besta loysnin er at einskilja landsjørðina:

 

1795146

 

Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í Vinnunevndini, vil hava eina uppgerð við verandi festiskipan:

 

1795145

 

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við landbúnaðarmálum, heldur at nýggi landbúnaðarpolitikkurin gevur vinnuni møguleika at mennast. Landsstýrismaðurin sigur seg skilja ynskið um fult ræði á festinum - men ein millumloysn má kunna finnast, heldur landsstýrismaðurin:

 

1795147


Umboðið fyri fjórða av stóru flokkunum, Javnaðarflokkin, hevði forfall og var tí ikki við í politiska kjakinum á Búnaðarstevnuni í Klaksvík í gjár.

Norðlýsið stroymdi fundin, og til ber at hoyra alt politiska kjakið um landbúnaðin á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400