Fyrireika og prosjektera nú Suðuroyartunnilin

Fyrireika og prosjektera nú Suðuroyartunnilin
Arbeitt verður eftir sama leisti sum við Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum, og gongst sum ætlað sleppur løgtingið at taka støðu aftur til málið um tvey ár
Teitur Samuelsen er stjóri í partafelagnum Suðuroyartunlinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.03.2026 - 10:27

- Gongd er nú sett á arbeiðið at fyrireika og prosjektera Suðuroyartunnilin.

Tað sigur Teitur Samulsen, stjóri í partafelagnum Suðuroyartunlinum, nú lógin um at fyrireika, prosjektera og bjóða út Suðuroyartunnilin, bæði berghol og vegir í sambandi við hann, kom í gildi leygardagin.

Ætlanin er at arbeiða eftir sama leisti, sum tá ið Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin vórðu prosjekteraðir og bodnir út.

 


Suðuroyartunnilin verður gjørdur millum Djúpadal í Sandoynni og Sandvík í Suðuroynni. Og Skúvoy fær eisini atkomutunnil . (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

At fyrireika, prosjektera og bjóða út arbeiðið at gera Suðuroyartunnilin kostar umleið 70 milliónir krónur. Útreiðslurnar verða fíggjaðar við tí peningi, sum løgtingið hevur játtað at seta í partafelagið Suðuroyartunnilin. 

Alt arbeiðið verður mett at taka tvey ár, og tá sleppur løgtingið at taka støðu til, um farast skal undir at gera Suðuroyartunnilin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03032026_Suduroyartunnil

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655