Fá yvirlit: Hetta sendir Kringvarpið fram til valið

Um KVFTíðindi
Fá yvirlit: Hetta sendir Kringvarpið fram til valið
Her eru allar valsendingarnar í Kringvarpinum komandi vikurnar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10-03-2026

​Valstríðið í Kringvarpinum byrjar av álvara í hesum døgum.

Valsendingarnar fevna millum annað um Fyrsta val, Valkøn, Andglettin, Vikuna í vali, Fyrsta krossin, Trapputing og Tinggáttina. 

"Tað, vit hava raðfest, umframt tað at vit skulu seta kritiskar spurningar til okkara politikarar og loyva teimum at leggja fram sína valskrá, er, at vit til hetta valið vilja koma víða um landið og geva veljarum høvi at siga, hvat tey halda eigur at vera á dagsskránni," segði Katrin Petersen, tíðindaleiðari, í morgunsendingini í morgun.   

Sendingin Skratsj, har alt byrjar frá botni, skiftir ham fram til valið. Fyrsta val verður ein valsending, har tosað verður við valevni, sum stilla upp til val fyri fyrstu ferð. Henda sendingin verður klokkan 11 tann 11. og 12. mars, 18. til 20. mars og 25. mars.

Í Andglettinum svara forfólkini í flokkunum saman við tveimum umboðum úr flokkinum hvøssum spurningum. Sendingin verður klokkan 10 tann 12. til 13. mars og aftur 16. til 20. mars.

Leygarmorgnar fram til valið verður eisini sendingin Vikan í vali klokkan 10. Har koma flokkar á gátt og svara spurningum frá lurtarum. 


Í Vikuni í vali leygarmorgunin vitjaðu Fólkaflokkurin og Tjóðveldi.


Nakrar av útvarpssendingunum verða eisini stroymdar í sjónvarpinum, so hyggjarar kunnu fylgja við, hóast sendingin í uppruna er ein útvarpssending.

Í sjónvarpinum verður eisini veljarakjakið Trapputing, sum verður sent beinleiðis úr Suðuroy, Klaksvík, Havn og Øresundi. Í sendingini sleppa veljarar til orðanna at siga sína meining um, hvørji mál eiga at raðfestast politiskt komandi fýra árini. Sendingarnar verða 13., 16., 18. og 22. mars – beint eftir Dag og viku.

Í sambandi við sendingina verður livebloggur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, har valevni fara at viðmerkja tað, sum verður sagt í Trapputingi. Har kunnu lesarar fylgja við kjakinum og síggja viðmerkingar frá valevnum, meðan sendingin er.

Tinggáttin er heitið á sjónvarpskjakinum, har valevni kjakast um politisk evni. Sendingarnar verða 17., 19., 20., 23. og 25. mars, eisini beint eftir Dag og viku.

Dentur verður eisini lagdur á at gera tilfar til tey ungu, sum skulu á val fyri fyrstu ferð. Ein redaktión er sett av til at gera røðina Fyrsti krossurin, har fýra ung møta forfólkum í politisku flokkunum og seta teimum spurningar. Sendingin verður fyrst tøk á netinum, men sæst eisini í sjónvarpinum hvørt kvøld frá 16. til 20. mars.

Eftir summar av valsendingunum, eitt nú Andglettin, Trapputing og Tinggáttina, verður eisini kjak í útvarpinum. Í Valkøn fara politiskir viðmerkjarar at greina kjakini og meta um tað, sum er komið fram, so lurtarar og hyggjarar fáa eina samanumtøku og kunnu halda fram við kjakinum.

Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir okkara valsendingar. 

Afturat øllum valsendingunum vísir Kringvarpið eisini viðkomandi hósdagsdokumentarar um avbjóðingar, vit hoyra fleiri politikarar taka aftur í, nú val er. Komandi hósdag vísa vit dokumentarin Tá røktin ikki røkkur, ið snýr seg um eldraøkið, ið er undir trýsti. Stórur tørvur er á røktarstarvsfólki, og um onki verður gjørt, fer trýstið at økjast, tí talið av eldri fer at vaksa nógv næstu árini. Í sendingini fylgja vit avvarðandi og starvsfólkum í eldrarøktini. 

REY04366-Ta_Roktin_Ikki_Rokkur
 

útvarps- og sjónvarpsskránna á heimasíðu okkara.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483

Um kvf css