Fara nú at út- og umbyggja Listasavnið

Fara nú at út- og umbyggja Listasavnið
Sáttmáli er gjørdur við Búsetur um arbeiðið, sum eftir ætlan skal verða liðugt um tvey ár
Savnið er opið fyri almenninginum, meðan um- og útbyggingin fer fram.
 
17.03.2026 - 14:53

Listasavn Føroya hevur í samstarvi við Landsverk skrivað undir sáttmála við Búsetur um útbyggja og umbyggja Listasavnið.

Nú sáttmáli er undirskrivaður, kann farast undir byggiarbeiðið, og tað skal eftir ætlan vera liðugt á vári 2028, sigur Listasavnið.

Út- og umbyggingin framtíðartryggjar karmarnar hjá savninum og skapar betri umstøður fyri gestir, listina og starvsfólk. Verkætlanin fevnir um nútímansgerð av verandi bygningi umframt nýggj øki, sum geva betri møguleikar til framsýningar, læring og tiltøk.

 


Solveig Hanusardóttir Olsen.

 

Stórt og gleðiligt

- Sáttmálin er eitt stórt og gleðiligt stig í einari verkætlan, sum vit hava arbeitt miðvíst við í longri tíð. Vit síggja fram til eitt gott samstarv við Landsverk og Búsetur um at skapa bestu karmar fyri listina og fyri okkara gestir, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavninum.

Savnið er opið fyri almenninginum, meðan um- og útbyggingin fer fram.

Arbeitt hevur verið við eini nýggjari uppseting av føstu framsýningini, og hon letur upp nú. Í hesum sambandi verður eisini skipað fyri eini røð av tiltøkum, har gestir fáa høvi at fylgja menningini og uppliva savnið á nýggjan hátt.

 

Einmælt samtykt í tinginum

Løgtingið samtykti einmælt løgtingslóg um stuðul til byggiverkætlanina, og stuðul er játtaður frá Augustinus Fonden, Louis-Hansen Fonden, Villum Fonden og Tórshavnar kommunu.

Byggiverkætlanin verður framd í tøttum samstarvi millum Listasavnið og Landsverk.

Les meira um byggiverkætlanina her


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595