828 hava søkt um pláss á miðnámi

828 hava søkt um pláss á miðnámi
Gymnasialu breytirnar hava 645 umsøkjarar, 32 fleiri enn í fjør
Tað tykist sum stóra minkingin, sum hevur verið seinastu árini, er avhæsað, sigur Undirvísingarstýrið.
Mynd: Undirvísingarstýrið  
 
18.03.2026 - 08:03

828 fólk hava søkt um pláss í miðnámi í ár.

Tað tykist sum stóra minkingin, sum hevur verið seinastu árini, er avhæsað, skrivar Undirvísingarstýrið.

Gymnasialu breytirnar hava 645 umsøkjarar, 32 fleiri enn í fjør. 

Flestu umsøkjarar vilja sleppa á náttúrubreytirnar. Búskaparbreytirnar eru á øðrum plássi.

163 søktu um yrkisnám, 13 færri enn í fjør.

El-breytin er aftur í ár toppskorari har.

 

55 prosent gentur

55 prosent teirra, sum vilja sleppa í miðnám, eru gentur, 45 prosent dreingir.

Men nógv fleiri dreingir søkja um yrkisútbúgving.

Undantikin eru tó klædnaatstøði og hárfríðkan, har flestu umsøkjarar eru gentur. 

77 prosent av næmingunum í Tekniska skúla í Klaksvík eru dreingir.

65 prosent í Miðnámi á Kambsdali, og 55 prosent í Glasi eru gentur.

 

20 umsóknir til Heilsuskúlan

Heilsuskúlan í Suðuroy fekk 20 umsøkjarar hesa ferð.

Sjey vilja læra at vera heilsuhjálpari og 13 námsfrøðihjálpari. 

Heilsurøktaraútbúgvingin var ikki boðin út í hesum umfarinum, men verður boðin út seinni í vár, skrivar Undirvísingarstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290