Trump niðurlagar revsitiltøk ímóti Iran

Trump niðurlagar revsitiltøk ímóti Iran
USA hevur gjørt av at niðurlaga revsitiltøk fyri at keypa iranska olju frá skipum
Farmaskip siglur gjøgnum Hormussundið
Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.03.2026 - 10:40

Trump umhugsar at gevast við hernaðarligum átøkum í Miðeystri.  

Tað skrivaði hann í nátt á Truth Social, skrivar danska ríkiskringvarpið.

- Vit eru sera nær við at røkka okkara málum, og umhugsa nú at avvikla okkara stóru hernaðarligu átøk ímóti yvirgangs-stýrinum í Iran, stendur millum annað í uppslagnum. 

USA hevur eisini gjørt av at niðurlaga revsitiltøk fyri at keypa iranska olju frá skipum. Hetta skal lætta um trýstið á orkuveitingarnar síðani stríðið, sum USA og Ísrael føra móti Iran, byrjaði.

Tað skrivar amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent, á miðlinum X, sambært Danmarks Radio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576