Dømdi maðurin fór aftur í varðhaldið

Dømdi maðurin fór aftur í varðhaldið
Dómurin í nevningatinginum er skotin inn fyri Landsrættin, men maðurin verður verandi í varðhaldinum, til málið kemur fyri har
Eitt samt nevningating í Føroya rætti dømdi í gjár ein mann fyri fyri at hava lopið á eina kvinnu við Sandá fyri umleið tveimum árum síðani.
 
26.03.2026 - 09:06

Maðurin, sum eitt samt nevningating í Føroya rætti í gjár dømdi fyri álopið á eina kvinnu á gøtuni við Sandá, fór aftur í varðhaldið eftir dómin.

Verjin hjá manninum skeyt alt fyri eitt dómin inn fyri Landsrættin.

Landsrætturin kemur til Føroya í juni og november.

Maðurin skal vera í varðhaldinum, til mál hansara verður viðgjørt í Landsrættinum.

 

200.000 kr. í endurgjaldi

Hann var tikin 28. apríl 2024 og hevur verið í varðhaldi síðani.

Maðurin er í varðhaldi í Danmark.

Hann var í gjár eisini dømdur at gjalda yvir 200.000 kr. í endurgjaldi fyri tort og mista arbeiðsinntøku.

Kravið var nógv størri enn tað.

Maðurin noktar seg sekan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037