Ikki fleiri ferðamál

Ikki fleiri ferðamál
Fleiri ferðamál enn tey 12, sum eru nú, eru ikki á skránni hjá Atlantic Airways
 
24.04.2026 - 07:06


Fleiri ferðamál enn tey 12, sum eru nú, eru ikki á skránni hjá Atlantic Airways.

Felagið strembar hinvegis eftir at styrkja verandi leiðir og fáa fleiri ferðafólk á teimum.

Í fjør flugu flogførini hjá Atlantic Airways 10.590 tímar.

Tøk orka verður framvegis brúkt til leiguflúgving, sigur felagið.

Tyrlurnar flugu 823 tímar í 2025. 

Ferðafólkini vóru 10.700.

Leiting og bjarging

62 ferðir var tyrla boðsend til leiting, bjarging og innanlendis sjúkraflutning. 

Skjótt var borið at. Tað tók í miðal níggju og hálvan minutt at fáa tyrluna á flog.

10 ára sáttmálin, sum tyrlutænastan hjá Atlantic Airways hevur við landsstýrið um tyrluflúgving og tilbúgving, fór úr gildi um ársskiftið.

Hann er tó longdur í eitt ár.

Og í ár vera samráðingar um nýggjan langtíðarsáttmála tiknar uppaftur, sigur Atlantic Airways.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329