Tignarberi skal bera heiðurstekinið

Tignarberi skal bera heiðurstekinið
Løgmaður hevur fingið álit um føroyskt heiðurstekin
Beinir Johannesen, løgmaður, fekk álitið frá Sólju í Ólavsstovu, forkvinnu í nevndini, flaggdagin.
 
28.04.2026 - 09:04

Føroyska heiðurstekinið skal eita tignarmerki Føroya. 

Tann, sum fær tignarmerkið, fær heitið tignarberi.

Tað sigur nevndin, sum hevur gjørt álit um føroyskt heiðurstekin.

Nevndin handaði løgmanni álit flaggdagin.

Í 2022 heitti løgtingið á landsstýrið at fyrireika lógargrundarlag um føroyskt heiðurstekin. 

Í november 2023 setti løgmaður nevnd at gera uppskot um skipan, sum kann heiðra fólk fyri serlig avrik, til gagns fyri land og fólk.

Í nevndini eru Sólja í Ólavsstovu, sum er forkvinna, Jóan Pauli Joensen, Dan M. Knudsen og Urd Johannesen.

Durita Lamhauge Jóansdóttir er skrivari.

Nú verður politiska viðgerðin.

Les álitið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115