Valið steðgaði samráðingum um fisk

Valið steðgaði samráðingum um fisk
Ísland og Føroyar hava ikki enn gjørt sáttmála um fiskirættindi frá august og árið út
Føroyingar sleppa millum annað at fiska tosk í íslendsum sjógvi.
 
28.04.2026 - 07:47

Ísland og Føroyar hava ikki enn gjørt sáttmála um fiskirættindi frá august og árið út.

Galdandi sáttmáli er bara galdandi til 1. august.

Íslendska Morgunblaðið hevur spurt íslendska uttanríkismálaráðið, hvussu líður við samráðingunum.

Svarið haðani er, at seinast, partarnir hittust, var á talgildum fundi 17. mars.

Annars var fundur í Havn 29. jaunar, og talgildur fundur var 17. februar.

Ætlanin var at halda fram í apríl, men so kom løgtingsvalið 26. mars.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026