Kom og ger mun í Kringvarpi Føroya!

Um KVFTíðindi
Kom og ger mun í Kringvarpi Føroya!
Vit leita eftir journalistum til fulltíðar- og parttíðarstørv
 
29-04-2026

Tú hevur stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, hugsar og spyrt kritiskt, og trívist í almenna rúminum. Ella tú trívist í leiklutinum at leggja ætlanir, samskipa og samla træðrirnar. Í báðum førum eigur tú at umhugsa at søkja starv á Aktuelt-deildini í Kringvarpinum. 

Okkara dagliga uppgáva er at bera føroyingum eftirfarandi, týðandi og væl úr hondum greidd tíðindi og aktuella upplýsing á øllum teimum pallum, vit hava tøkar. Vit arbeiða við formatum, sum strekkja seg frá stuttum greinum á netinum til dokumentarsendingar. Livandi, greitt og hvast.

Tú sæst og hoyrist sum einstaklingur í okkara yrki, men avrikini eru altíð borin uppi av samstarvi og toymisanda.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og raka eisini vikuskifti viðhvørt, men vit eru fleksibul og laga okkum so væl, tað ber til eftir ynskjunum frá starvsfólkunum. 

Um tú hevur hegni og hug, stendur tær í boði at fáa skeið og upplæring og verða ein av tíðindaredaktørum okkara.

Vit ynskja at seta eitt fulltíðarstarv og eitt farloyvisstarv í 8 mánaðir. Harumframt leita vit eftir skikkaðum fólki til sjúkra- og feriuavloysing.


Vit leita eftir tær, sum:

- hevur journalistiska útbúgving ella viðkomandi útbúgving og/ella royndir
- hugsar sjálvstøðugt um, hvat eigur at verða sett á dagsskrá
- vilt gera mun
- hevur høgt trúvirði og ert álítandi
- tosar og skrivar á góðum og greiðum máli
- tolir opnan dialog um títt arbeiði
- hevur áhuga fyri miðlan á ymsum pallum, 


Hjá okkum fært tú:

- eitt gott redaktionelt bakland og sparring
- bestu møguleikar í Føroyum at royna ymisk brigdi av journalistikki
- eitt livandi arbeiðsumhvørvi, har ongin dagur er eins


Setanar- og lønarviðurskifti: 

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er í miðal 39 tímar um vikuna við skiftandi vaktum.


Lat okkum frætta frá tær:

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og viðkomandi skjølum skal sendast til umsokn@kvf.fo í seinasta lagi 14. mai 2026. Merk teldupostin “Journalistur” í evnisrútin.  

Vit frætta fegin frá tær, um tú vilt vita meira um starvsmøguleikan. Ring til Katrina Petersen, tíðindaleiðaran, á telefon 296549 ella send teldupost til katrinp@kvf.fo.

Um Kringvarp
Føroya Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur við umleið 90 fólkum í føstum starvi. Fimm deildir eru á stovninum: Aktuelt, Mentan, Tøkni, Fyrisiting og KT. 
Kringvarpið er fremsti mentanarberi føroyinga. Vit hava ein týðandi leiklut at miðla og mynda føroyska mentan, og vit viðgera tíðindi og týdningarmikil evni óheft av handilsligum og politiskum áhugamálum. Vit virka fyri, at allir borgarar gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810

Um kvf css