Lægra tilboðið fekk ikki arbeiðið

Lægra tilboðið fekk ikki arbeiðið
Frank Hellisdal átti lægsta tilboðið, men fekk kortini ikki arbeiðið, tá ið Tórshavnar kommuna bjóðaði út arbeiðið at gera eitt vegastrekki við borgarahúsið í Kaldbak
Lægsta tilboðið fekk kortini ikki arbeiðið, tá ið Tórshavnar kommuna bjóðaði út arbeiðið at gera eitt vegastrekki við borgarahúsið í Kaldbak.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
04.05.2026 - 18:10

Avgerðin hjá teknisku nevnd í Tórshavnar kommunu um taka undir við hægra tilboðnum upp á vegarbeiðið við borgarahúsið í Kaldbak undrar Frank Hellisdal, ið átti lægra tilboðið. Tað váttar hann við Kringvarpið, men vil ikki gera samrøðu.

Spurdur um tíðaræltanina, sigur hann, at arbeiðið kann gerast liðugt á ólavsøku.

Tað snýr seg um mál um eitt vegastrekki í Kaldbak, ið endaði sum kastibløka á seinasta býráðsfundi hjá Tórshavnar kommunu hóskvøldið:
 

 

Harði orðadrátturin í brotinum oman fyri millum Elsu Berg, borgarstjóra, og samgongufelagan og formannin í teknisku nevnd, Berg Robert Dam Jensen, snýr seg um innkomnu tilboðini upp á arbeiðið á einum vegstrekki á okkurt um 90 metrar við borgarahúsið í Kaldbak.

Tekniski stjórin mælti teknisku nevnd til at játta 1.5 milliónir krónur til arbeiðið.

Tvey tilboð við kostnaðarmeting komu inn seint í februar.

Eitt tilboð kom frá Frank Hellisdal, sum kostaði góða 1,1 millión krónur uttan meirvirðisgjald. Í gerðabókini hjá býráðnum verður lagt afturat, at eingin tíðarætlan fylgdi við tilboðnum, men at arbeiðið kundi byrja miðskeiðis í summar.

Hitt tilboðið var frá David Nordendal, sum kostaði 1,47 milliónir krónur uttan meirvirðisgjald saman við eini tíðarætlan, har arbeiðið skal verða liðugt 1. september í ár.

Hóast Frank Hellisdal hevði lægra tilboðið, gjørdi tekniska nevnd av at taka av hægra tilboðnum hjá David Nordendal, sum er 350.000 krónur dýrari, treytað av, at umsitingin skal samráðast við hann um at stytta tíðarkarmin fyri arbeiðið munandi, sum eftir æltan skal vera liðugt 1. september í ár.

Hetta hóast tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin mæltu til at taka av lægra tilboðnum.

Avgerðin hevði eisini við sær, at borgarstjórin bað um eitt uttanhýsis løgfrøðiligt upprit í málinum, sum var viðgjørt í kjakinum á býráðsfundinum hóskvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810