Fegin um at lønin hækkar í krónum

Fegin um at lønin hækkar í krónum
Av tí at lønin er so lítil, hevur tað týdning, at hækkingin verður í krónum, sigur forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag
Føroya Arbeiðarafelag og arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufeløgini í Havn og í Klaksvík samráddust saman við arbeiðsgevararnar.
 
08.05.2026 - 14:30

Í Havnar Arbeiðskvinnufelag fegnast tey um, at lønin hækkar, og serliga at hon hækkar í krónum og ikki prosentum.

Tað sigur forkvinnan, Ruth Boetius.

- Vit kunnu ikki samráðast í prosentum, tá vit frammanundan hava so lítla løn. Tá er betri at fáa lønarvøksturin í krónum, sigur hon.

Tímalønin í nýggja tvey ára sáttmálanum milum arbeiðsgevarafelagiðog arbeiðarafeløgni hækkar 4 krónur og 17 oyru 1. mai í ár og 5 krónur og 97 oyru 1. mai næsta ár. 

Tað merkir, at tímalønin næsta ár fer upp í 171 krónur og 94 oyru. 

Semja er um, at eftirlønin skal hækka eitt hálvt prosent 1. mai næsta ár. Tá kemur eftirlønin upp í 12,5 prosent. 

 

Hækka viðbøtur

Ein partur av lønarkarminum verður nýttur til at hækka viðbøturnar fyri starvsaldur og eisini eru broytingar gjørdar í einstøkum sersáttmálum.

Limirnir í arbeiðarafeløgunum hava eisini fingið fleiri fridagar.

Hjá feløgunum í Havn er 1. novembur vorðin hálvur frídagur.

Og hjá feløgunum uttan fyri Havnina er ólavsøkuaftan vorðin frídagur.
 
Og Viðbótin fyri høvuðsreingerð hækkar úr 9,15 prosnetum upp í 15 prosent.

Sambært nýggja sáttmálanum hjá arbeiðarafeløgunum fáa tey, sum eru í sáttmálanum um fastløn, nú munin millum lønina og dagpeningin í tríggjar mánaðar í staðin fyri tveir.

Og hjá teimum, sum fáa skaða í arbeiðnum, hevur arbeiðsgevarin skyldu at rinda munin millum lønina og sjúkradagpeningin í upp til seks mánaðir. Eisini er avtala fingin um, at gjaldsskyldan skal standa við í 18 mánaðir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08052026_Boetius

 

 

 

  
 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262