Rósan vann á Lyru og er føroyameistari í estetiskum fimleiki

Rósan vann á Lyru og er føroyameistari í estetiskum fimleiki
Eftir at Lyra hjá Ljósinum hevði vunnið allar tríggjar steypakappingarnar í estetiskum fimleiki í vetur, gjørdi Rósan hjá Støkk bart og fór avstað við meistaraheitinum
Rósan vann føroyameistaraheitið í estetiskum fimleiki frammanfyru Lyra hjá Ljósinum
Mynd: Andri Gerðisá  
 
10.05.2026 - 22:10

Rósan er føroyameistari í estetiskum fimleiki hjá kvinnum. 

Liðið úr Støkk hevur annars verið næstbest í øllum trimum streypakappingunum í vetur, sum Lyra úr Ljósinum hevur vunnið, men nú vóru eysturoyingarnir omaná.

Rósan fekk samanlagt 47.84 stig fyri innleiðandi kappingina leygardagin (23.87) og finaluna sunnudagin (23.99), meðan Lyra fekk 47.07 stig frá dómarunum í høllini á Hálsi í Havn.

 - Hendan kenslan er heilt fantastisk. Hetta er nakað, tú aldrin verður troytt av, segði venjarin hjá Støkk, Turið Kruse Steinberg.

 - Vit fóru út við mega nógvum yvirskoti, og tað gekk eisini ordiliga væl, legði íðkarin Sára Hjalmarsdóttir Hansen afturat.

Føroyameistaraheitið kemur eftir at Rósan rakk finaluni í World Cup II stevnuni í París síðsta vikuskiftið. Tá var Lyra akkurát ov stutt.

 


Lyra átti taka til takkar við silvurinum til FM, eftir at hava vunnið allar tríggjar steypakappingarnar fyrr í ár. (Mynd: Andri Gerðisá)

 

Norma vann hjá unglingunum

Hjá kvinnuunglingunum vann Norma úr Ljósinum ein lutfalsliga tryggan sigur frammanfyri Aiva hjá Støkk. 

Norma fekk 44.7 stig samanlagt, meðan Aiva fekk 42.86 stig frá dómarunum. 

 - Sum lið vilja vit gerast betri og betri til hvørja kapping, og so kemur tað í aðru røð, at vit sjálvandi vilja vinna, segði venjarin Lea Eliasen. 

Føroyameistarakappingin í høllini á Hálsi var endabresturin á hesum kappingarárinum.

 


Norma, unglingarnir hjá Ljósinum, við FM-steypinum á lofti. (Mynd: Andri Gerðisá)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891