Tekur undir við at gera tveir eldradeplar í Suðuroynni

Tekur undir við at gera tveir eldradeplar í Suðuroynni
Býráðið hevur eisini samtykt, at umsitingin hjá kommununi fær heimild til at kanna staðsetingar og karmar fyri einum nýggjum eldradepli á Tvøroyri
Býráðið á Tvøroyri tekur undir við heildarætlanini fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni.
 
11.05.2026 - 08:41

Býráðið á Tvøroyri tekur undir við heildarætlanini fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni.

Ætlanin sigur, at næstu tíggju árini skal eldraøkið í Suðuroynni savnast í tveimum eldradeplum, einum í norðaru og einum í sunnaru helvt.

Býráðið samtykti eisini, at umsitingin hjá kommununi fær heimild til at arbeiða víðari við at kanna  staðsetingar og karmar fyri einum nýggjum eldradepli á Tvøroyri.

Í ætlanini verður serliga víst á, at eldraøkið í Suðuroy hevur stórar avbjóðingar.

 

Trot á hóskandi bústaðarloysnum

Tey eldru gerast fleiri og fleiri, trot er á hóskandi bústaðarloysnum, starvsfólkatrot er, tænastustigið er ójavnt, og fíggjarliga trýstið er stórt.

Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi uppskotið um heildarætlan, mælir til sjey átaksøki, millum annnað fyribyrging og endurmenning, hóskandi bústaðir, at fólk eru heima sum longst, fakliga dygd og nærvera og leiðsla, samskifti og samstarv. 

Í eldradeplunum skulu vera røktarheim, íbúðir, dagtilhald, venjingar- og felagshølir og aðrar felags tænastur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846