Ingi skal hjálpa Grønlandi til HM

Ingi skal hjálpa Grønlandi til HM
Ingi Olsen er hjálparvenjari hjá grønlendska hondbóltslandsliðnum, sum hesa vikuna spælir um pláss í HM-endaspælinum í kapping við USA, Kanada og Meksiko
Mynd: Leiff Josefsen/Sermitsiaq  
 
12.05.2026 - 15:05

Ingi Olsen verður á síðulinjuni, tá Grønland hesa vikuna skal spæla ímóti USA, Kanada og Meksiko um pláss í HM-endaspælinum í Týsklandi.

Vestmenningurin er hjálparvenjari hjá grønlendska manslandsliðnum í hondbólti, sum leggur út við dysti ímóti Kanada í dag. Sambært Inga Olsen kann talan verða um lykladyst í royndini at koma í finaluna.

 - Eg vildi mett, at vit eru betur enn Kanada, men tað skal so vísa seg seinni í dag, sigur royndi hondbóltsvenjarin, sum hjálpir høvuðsvenjaranum Johannes Groth.

Liðini spæla fyrst bólkaspæl, og síðan bresta tvey tey fremstu liðini saman í finaluni leygardagin, har HM-plássi stendur upp á spæl. Mett verður, at USA er favorittur til at vinna kappingina.

USA er í gongd við at fyrireika og menna eitt lið til Olympisku leikirnar í Los Angeles í 2028.

Fleiri onnur lond skuldu vera við í kappingini, sum er í Bettendorf, Iowa, t.d. Kuba, Puerto Riko og Dominikalýðveldið, men tey hava øll givið avboð.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815