Ikki áhugað at eiga men leiga

Ikki áhugað at eiga men leiga
Fíggjarnevndin tekur undir við at byggja sjúklingahotell í Keypmannahavn
Sjúklingahotellið í Keypmannahavn er vorðið ov lítið.
 
13.05.2026 - 07:38


Føroysk byggivinna hevur ikki áhuga í einum sjúklingahotelli í Keypmannahavn, sum føroyingar eiga.

Tað skilst á álitinum hjá fíggjarnevndini um sjúklingahotellið.

Nevndin sigur, at møguleikin er umrøddur at byggja eitt sjúklingahotell, sum føroyingar eiga og ikki leiga. 

Tó tykist áhugin fyri eini slíkari loysn ikki at vera stórur, hvørki hjá føroyska myndugleikanum ella hjá føroysku byggivinnuni, sigur fíggjarnevndin.

Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum hevur biðið løgtingið um 10 mió. kr. til sjúklingahotell. 

Danska Bygningsstyrelsen skal byggja hotellið.

Men landskassin kann vera noyddur at rinda upp til 10 mió. kr., um ætlanin kortini verður av ongum. 

Nýggja hotellið skal hava 150 pláss.

Tað verður mett at nøkta tørvin fram til 2050. 

Grundstykki funnið

Grundøki er funnið tætt við Ríkissjúkrahúsið. 

Danski staturin eigur økið, og ætlanin er, at Bygningsstyrelsen skal byggja og eiga hotellið, sum Føroyar so skulu leiga.

Verandi sjúklingahotell í Keypmannahavn, sum er frá 2012, hevur 92 pláss.

Nýggja hotellið verður liðugt um fimm ella seks ár.

Tað veldst millum annað um, hvussu skjótt Keypmannahavnar kommuna arbeiðir, hevur fíggjarnevndin fingið at vita. 

Fíggjarnevndin er samd um at taka undir við uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040